Vit skulu hava framleiðslu í Evropa

Niels Lassen Arge og Nomi Andresen Arge byrjaðu at framleiða ur í 2020. Urini hava øll eitt sereyðkenni úr føroyskari søgu. Niels og Nomi leggja seg eftir ávísum virðum, tá tey framleiða Faroe Time, sum urrøðin eitur, eitt nú verða urini gjørd í Týsklandi og Sveits, tí tey vilja stuðla evropeiskari framleiðslu

Niels Lassen Arge og Nomi Andresen Arge eiga smúkkuhandilin Nomi í SMS og brilluhandiln í Miðlon. – Vit vildu gera okkurt sum passaði til handilin hjá okkum.

Navnið Faroe Time er eitt orðaspæl. Føroyingar bera orð fyri at møta ov seint, at hava sokallaða føroyska tíð. Navnið vísir eisini útlendsku viðskiftafólkunum, at hetta er ein føroysk vøra.

 

Niels Lassen Arge dámar at finna uppá og at skapa. Saman við konuni eigur hann smúkkuhandilin Nomi í SMS og brilluhandil í Miðlon.

 

– Vit vildu gera okkurt sum passaði til handilin hjá okkum.

 

Fyrstu sniðini komu á marknaðin í 2020.

 

– Eitt ár gekk frá eg byrjaði, til vit høvdu urini í handlinum.

 

##med2##

 

Niels Lassen Arge arbeiðir við hvørjum smáluti, fyrst verður teknað við hond og síðani á teldu. Hvør gimsteinur skal sita júst har hann skal, ikki ein brøkpart av einum millimetri skeivt. 

 

Nógv er at taka støðu til, og Niels og Nomi arbeiða nógv saman. Nomi hevur drúgvar royndir við at velja røttu litirnar, samansetingar, um urið skal hava reim ella leinkju og annað.

 

– Tilgongdin er stuttlig og roksut, men hon endar væl. Tú hevur tað betri við tí sjálvur, tí tú kann standa inni fyri tí. Tað er keðiligt, um tú gert eina vøru og veit, at alt ikki er heilt í lagi.

 

Tað er ikki ein og hvør sum verður brúktur sum veitari. Niels og Nomi leggja stóran dent á at brúka framleiðarar í Evropa.

 

– Tað er trupult, men vit hava roynt at hildið okkum burtur frá Kina. Eg haldi, at tað er harmiligt, at tað ikki verður framleitt í Evropa, og tað er trupult at finna nakran í Evropa sum ger hetta longur.

 

##med3##

 

Hóast framleiðslan gerst eitt sindur dýrari, og fáir framleiðarar eru eftir, verða øll urini gjørd við sveisiskum urverki og framleidd í Týsklandi og í Sveits, sum eru fremstu ur lond. Hetta sæst aftur í dygdini á urunum. Ein fyrimunur er eisini at tað er lættari at samskifta við veitarar sum eru tættari landafrøðiliga. Tað hevur týdning at samstarvið er gott, og Niels og Nomi eru glað fyri veitararnar.

 

– Tað er stuttligt og spennandi at fáa lidnu vøruna, og tað hevur næstan ikki verið neyðugt at gjørt nakað umaftur.

 

Niels og Nomi leggja stóran dent á at urini ikki gerast ov dýr, og tey halda seg vera væl við í prískappingini. Í Kina harafturímóti, verða ur hópframleidd, og til ber at bíleggja snið, soleiðis at tað bara er navnið á fyritøkuni sum manglar.

 

– Men hetta tíma vit ikki, vit vilja hava smálutirnir við.

 

Harður kostur at fara uttanlands

 

Tað eru júst smálutir sum gera urini hjá Faroe Time serstøk. Fyrstu sniðini høvdu stjørnuna í gamla føroyska bindingarmynstrinum sum myndaevni á skivuni. Seinni kom urið við mýrusólju á sekundvísaranum, og harra og lummaur, sum ímynda kirkjuurið í Havnar kirkju.

 

– Smáu myndaevnini eru ikki so sjónlig, men tá tú fær tey forklárað, sært tú tað, og tað er meiningin.

 

##med4##

 

Klassisku urini hava ein breiðan kundaskara, alt frá konfirmantum til eldri fólk. Flestu urini verða seld í Føroyum til føroyingar, og viðskiftafólkini eru glað fyri føroysku myndaevnini. Vøran skal siga eina søgu, soleiðis at tey skilja seg burtur úr mongu urunum sum eru á marknaðinum, hetta hevur serliga stóran týdning, skulu tey røkka útlendskum kundum.

 

– Tá tú kemur út um landoddarnar eru milliónir av urum, men tað eru fá sum hava eina søgu. Tað nýttar ikki bara at hava eina vakra vøru, tú noyðist eisini at fortelja eina søgu, og vit hava eina ótømandi keldu av søgum í Føroyum.

 

Tað krevur nógva orku at fáa urðini á útlendska marknaðin, og tí verður hetta ikki gjørt í nærmastu framtíð, men tey droyma um at tað verður einaferð.

 

– Tá skulu vit ígjøgnum ávísar kanalir, tað er sera torført, og tú skalt vera heppin, um tað skal eydnast væl. Tað er nógv verri at fáa gott úrslit uttanlands enn tað er í Føroyum, eitt nú tí at fólk ikki kenna stjørnumynstrið, sóljuna, Havnar kirkju og annað, tí noyðist tú at gera nógv burturúr at marknaðarføra søguna.

 

##med5##

 

Niels Lassen Arge og Nomi Andresen Arge hava drúgvar royndir við at selja smúkkur og ur, tey hava tí fingið sambond við vinnulívsfólk uttanlands, sum hava handlar, men tað er eingin vissa fyri at sleppa framat.

 

– Tú sleppur ikki bara við, hóast tað er vinurin hjá tær, skalt tú sannføra hann um at taka tað við í handilin, tí tekur tú eina vøru inn, má okkurt út, tað er harður kostur.

 

Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.

 

Les eisini um: 

 

Fjord in.fo - fyrst og fremst

 

Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst   

 

Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst

 

Urt in.fo - fyrst og fremst

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Niels Lassen Arge og Nomi Andresen Arge eiga smúkkuhandilin Nomi í SMS og brilluhandiln í Miðlon. – Vit vildu gera okkurt sum passaði til handilin hjá okkum.

Lummaurið ímyndar ímyndar kirkjuurið í Havnar kirkju

Lítla mýrisóljan á sekundvísaranum