Í kvøld klokkan 19.30 stendur slagið millum Føroyar og Noreg í EM-bólki D í Mercedes Benz Arena í Berlin.
Noreg er greiður favorittur, men við 5.000 syngjandi og stuðlandi føroyskum fjepparum í rygginum fara okkara menn at gera sítt allar ítarsta.
Norski miðlarnir og norsku leikararnir eru hugtiknir av, at nærum 10 prosent av øllum føroyingum hava lagt leiðina til Berlin fyri at stuðla sínum landsliði, ið kappast í einum endaspæli á fyrsta sinni.
- Tað er ógvuliga stuttligt, at so mong hava ferðast úr Føroyum til Berlin. Hetta verður eitt nýtt kríggj, sigur norski stórleikarin, Sander Sagosen til stóra norska blaðið, VG undan dystinum í kvøld.
Um dystin í kvøld sigur Gøran Johannessen (myndin) til VG: - Hetta kann gerast vandamikið. Um vit spæla líka vánaligt móti Føroyum teir fyrstu fimm minuttirnar, sum vit gjørdu móti Póland, so verður støðan 5-0 til Føroyar. Føroysku spælararnir renna og fara í mótálop á ein hátt, sum er frá einum øðrum heimi. Teir spæla ógvuliga skjótan hondbólt. Hetta verður ein stór avbjóðing. Vit eru greiðir yvir, at vit eru betri enn Føroyar á pappírinum. Men vit síggja, at eitt lið sum Slovenia, ið eg haldi er eitt ógvuliga gott hondbóltslið hevur ekstremar trupuleikar við hesum slagnum av leikarum, ið eru smáir og raskir. Føroyar er eitt ógvuliga direkta lið. Hetta blívur ein risastór avbjóðing, tí hetta er ikki eitt slag av hondbólti vit eru vanir við. Føroyar hava einki at tapa. So hetta verður hjá teimum sum at spæla á heimavølli, tá nærum helvtin av Føroyum hevur tikið leiðina til Berlin fyri at stuðla teimum. Tá talan verður um stemning vænti eg, at hetta verður ein av teimum stuttligastu dystunum í EM-endaspælinum, sigur Gøran Johannessen.
Um Føroyar sigur Magnus Abelvik Rød: - Føroyar er eitt ógvuliga spennandi lið. Teir eru ein "Outside´ari", ið vit ikki kenna so væl. Vit vita, at teir hava góðar leikarar, og vit vita, at teir spæla á ein serstakan hátt. Vit mugu demma upp fyri teimum, sigur Magnus Abelvik Rød við VG.
Norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille hevur stórt fokus á Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Hann (Elias) stendur fyri ræðuliga nógvum í álopsspælinum hjá Føroyum. Tað verður nógv fokus á hvussu vit skulu takla Elias. Vit vænta eisini at síggja Føroyar spæla sjey móti seks í álopinum. Gjøgnum 60 minuttir eiga vit at hava ein breiðari hóp, sigur Jonas Wille við VG.
Framúrskarandi norski málverjin, Torbjørn Bergerud sigur við VG: - Tað er ótrúliga hugtakandi við Føroyum. Tað er stuttligt, at so mong eru komin til Berlin fyri at stuðla tjóðini, og fyri at síggja landsliðið hjá sær spæla hondbólt. Vit gleða okkum til hesar ótrúligu rammurnar til hendan dystin, sigur Torbjørn Bergerud.