Mótmæla í Berlin ímóti grindadrápi

Leygardagin verður mótmælisgonga við donsku sendistovuna í Berlin

 

Leygardagina miðdegi verður mótmælisgonga í Berlin ímóti grindadrápi.

Mótmælisgongan verður frá donsku sendistovun til tað kenda Brandenburger Tor.

 

Tey, sum skipa fyri mótmælisgonguni kalla seg Aktion Fair Play Berlin, men tað skilst, at tey eru í hvussu so er samsint við Sea Shepherd, ið er í Føroyum í summar, tí tey vísa til felagsskapin og Sea Shepherd vísir hinvegin til mótmælisgonguna.

Tey siga, at ætlanin er at mótmæli skal vera friðarligt.

 

Umframt at mótmæla grindadrápi, ætla tey at virka fyri, at Týskland setir bann fyri at innflyta springara og at allur heimurin skal seta bann fyri at hava springara í kørum og á søvnum.

 

Tey kalla grindadráp ein blóðugan sjónleik, har sjálvt børnini fáa frí úr skúlanum fyri at sleppa við og teirra páhald er, at altjóða sáttmálar banna hvalaveiði.