Føroyar fingu altjóða viðurkenning

Føroyska ferðavinnan gjørdi rætiliga vart við seg á stórari ferðavinnustevnu í Berlin seinasta vikuskifti. Føroyingar fngu tvær virðislønir fyri film og gongufaldara

Føroyska ferðavinnan gjørdi vart við seg á stevnu í Berlin um vikuskiftið. Føroyingar fingu tvær virðislønir umframt nógva fjølmiðlaumtalu, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.
Føroyska ferðavinnan hevur á ferðavinnumessuni í Berlin fingið virðisløn fyri ein ferðavinnufilm, og fyri ein faldara um gongutúrar í Føroyum.
Ferðavinnustevnan, sum hildin hevur verið í Berlin um vikuskiftið, er afturvendandi tiltak, sum í nógv ár hevur verið hildin um hesa tíðina, greiðir Heri Niclasen frá. Føroyar hava eisini verið umboðaðar í mong Harrans ár á hesi stevnuni, sigur hann.
Stevnan er bæði fyri ferðvinnufólk og fyri almenningin, sum fær høvi at vitja ymsu básarnar. Friggjadagin til sunnudagin vóru almennir dagar, ella publikumsdagar, sum Heri Niclasen tekur til. hann sigur, at tað vóru nógv fólk og vitjaðu føroyska básin hesar dagarnar.
Mánadagin og týsdagin vóru tað so tey professionellu, sum áttu stevnuna, sigur Heri Niclasen. Tá hittust fólk at tosa saman, síggja tilfar hvør hjá øðrum og gera avtalur um keyp og sølu fyri komandi ár.
?Tí tað, sum avgreiðast skal í ár, er longu gjørt. Nú tosa vit um 2005, sigur Heri Niclasen. Tað nyttar einki at koma við nøkrum faldarum ella lýsingum nú, um tú ætlar at fáa nakað burtur úr summarinum 2004. Tað er longu langt síðan selt.
Ferðaráð Føroya lat inn ein stuttan film um Føroyar til ferðavinnumessuna, greiðir Heri Niclasn frá. Ein filmur við myndum og ljóði. Brot út honum hava veri víst i SvF nakrar ferðir. Landslagsmyndir úr Føroyum og eitt nú føroyskur dansur úr Norðurlandahúsinum. Tað er Herluf Sørensen, sum hevur skipað filmin.
Filmurin vann fyrstu virðisløn framman fyri ein danskan film um »Øresundsregionen« og ein svenskan film um Stockholm, sigur Heri Niclasen.
Gongufaldari, sum Birita Nolsø á Ferðaráðnum og Randi Meitil gjørdu í fjør, varð við í eini kapping um besta faldaran á stevnuni. Og har fingu føroyingar eitt triðjapláss, sigur ein heldur enn ikki errin Heri Niclasen.
Umframt Ferðaráðið luttóku eisini Atlantsflog og Smyril Line á stevnuni í Berlin. Føroyingar høvdu tíðindafund sunnudagin, og eini 50-60 tíðindafok vóru á fundinum, sigur Heri Niclasen, sum fegnast um áhugan fyri Føroyum.
?Tað merkist eisini á slíkum stevnum, at ófriðurin nærast okkum, sigur Heri Niclasen og sipar til bumburnar í Madrid. Tað er greitt, at ein slík stevna, har eini 10.000 fólk eru samankomin, er eitt upplagt terroristmál. Og eg má viðganga, at eg fyri fyrstu ferð nakrantíð beinliðis gekk og hugsaði um hetta á hesi messuni, sigur hann.
Ferðavinnustevnan hevði eisini hóttanina rímiliga nær. Tí meðan messan var, varð stóra Tegel floghavnin í Berlin stongd júst orsakað av yvirgangshóttan.
Tað verða onkrar stórar ferðavinnustevnur aftur í æstum, sigur stjórin á Ferðaráðnum. Men Ferðaráðið verður ikki við á nakrari slíkar stevnu, fyrr enn Vestnorden Travel Mart verður í Reykjavík í september.