“Kórið hjá Jóhan” er eitt virkið blandað kór á Skálafjørðinum. Tað er í høvuðsheitinum mannað við kórsangarum av báðum ørmunum á Skálafjørðinum og venur í skúlanum í Runavík. Í kórinum syngja einir 35 sangarar, og kórleiðari er Jóhan Mortensen
Kórið var sangferð uttanlands í páskafrítíðini í fjør. Tá gekk leiðin yvir Esbjerg til Prag, har kórið í samstarvi við kekkisk kór hevði konsertir – bæði inni í Prag og uttanfyri. Í heyst varð avgjørt at gera eina uttanlandsferð aftrat í páskafrítíðini í ár. Hesaferð gongur leiðin yvir Danmark til Berlin, har steðgað verður í fýra nætur.
Ferðalagið fer við føroysku bussførarunum at telja 53 fólk Av teimum eru 32 kórsangarar.
Hósdagin 29. mars verður farið við Norrønu. Umborð fer kórið – eins og í fjør – at skipa fyri onkrari sangframførslu og felagssangi.
Leygardagin á middegi skuldi verið lagt at í Hanstholm, og eftir stuttan steðg í Hanstholm verður koyrt móti Esbjerg, har kórið skal hava konsert í Zionskirkjuni klokkan 18:00. Aftan á konsertina verður ein hugnaløta saman við føroyingum í Esbjerg. Sovið verður í Kolding hesa náttina.
Árla morgunin eftir verður lagt til brots móti Berlin. Hetta sama kvøldið hevur “Chor der Erlöserkirche” í Berlin bjóðað føroyska ferðalagnum á konsert hjá sær. Tey fara at framføra Johannes-Passiónina hjá Johann Sebastian Bach.
Kvøldið eftir – mánakvøldið 2. apríl – sleppur føroyska kórið sjálvt at royna seg. Í samstarvi við týskan urguleikara hevur eydnast kórinum at sleppa at syngja til andakt og konsert í Kaiser-Wilhelm-Gedächtniskirche, har annars kór og tónleikarar úr øllum heiminum plaga at framføra. Týski urguleikarin fer sjálvur at sita við urguna hetta kvøldið. Við klaverið situr ungi, evnaríki klaverspælarin Jórun Hansen, ið fer at spæla undir hjá føroyska kórinum á ferðini.
Meðan kórið er í Berlin, verður skipað fyri ymsum útferðum – so sum býarrundferð og sigling á ánni Spree. Eisini verður ein útferð gjørd til Potsdam at hyggja eftir víðakenda slottinum “Sanssouci”.
Skírismorgun fer føroyska ferðalagið aftur úr Berlin á veg móti Danmark. “Kórið hjá Jóhan” hevur vinarkór í Sevel í Jyllandi, og hagar gongur leiðin henda dagin. Danska kórið eitur “Flyndersøkoret”, og føroyska ferðalagið fer í høvuðsheitum at gista hjá donsku vinum sínum. Langafríggjadag verða bæði kórini saman meginpartin av degnum. Onkur útferð verður gjørd, vant verður seinnapartin, og klokkan 16:30 er konsert í Ejsing kirkju, har bæði kórini fara at syngja – bæði einsæris og í felag. Aftan á konsertina bjóða donsku vertirnir til døgurða í bygdarhúsinum í Sevel, har eisini hugni og sangur standa á skránni. Ætlanin er, at danska vinarkórið seinni skal koma til Føroya at vitja.
Leygardagin 7. apríl verður farið umborð aftur á Norrønu og kós sett móti Føroyum.