Tað kom eisini okkum, sum í mong ár hava mannað nevndina í Barnahjálpargrunninum, dátt við, tá tað frættist, at Beinta Háberg Jacobsen, forkvinna í Grunninum, brádliga var farin heim til sín Harra og Frelsara [...] krígnum í kaffistovuni Perluni, har einir fimm menn tá í bestu árum hittust um ein drekkamunn við fransbreyði og osti afturvið. Te, fransbreyð við osti varð siðbundna ‘matskráin’ flestu fundir í mong ár [...] innliti í umstøðurnar hjá fólki, og tey boðaðu frá trongum korum í ávísum heimum við børnum og ungum. Við sparsemi og varnum fíggjarpolikki hevur tað eydnast Grunninum at lata útivið 20 mió kr íalt í dagsprísum
Á býráðsfundinum í kvøld eru ansingartilboðini í Havn aftur á skránni. Málið viðvíkjandi kontantgjaldi til foreldur, ið vilja ansa egnum børnum í aldrinum 6 til 12 mánaðir heima, varð tikið av dagskránni [...] skal vera heima hjá barninum fyri at fáa kontantgjaldið. Katrin Dahl, býráðslimur og limur í trímannanevndini, førdi fram í útvarpinum nakað her fyri, at samgongan ætlaði at sleppa kravinum um, at kontantgjaldið [...] um at gera alt arbeiðið um aftur, tí ov stór ógreiða var á tí, bólkurin legði fyri samgonguna í býráðnum. Í bólkinum sita Katrin Dahl, Hallstein Sigurðsson og Klæmint Olsen. Samgongan er nevniliga ikki
hevur hon røkt nú í skjótt 30 ár. Hon var formaður í Føroya Tannlæknafelag frá 1993 til 1999. Áslu dámar væl at ganga í náttúruni, og hevur hon í mong ár verið limur í gongufelagnum í Havn, eisini dámar [...] úr Havn. Eina tíð í 60-unum búðu tey í Føroyum men fluttu seinni aftur til Danmarkar, har Ásla arbeiddi sum barnatannlækni í Keypmannahavnar kommunu. Í oktober 1973 bleiv Ásla sett í starv sum barnatannlækni [...] Ásla er fødd í Keypmannahavn 12. september 1936. Foreldrini vóru: Sigrid, f. Johannesen, av Torlabrúgv í Funningi, og Hans Pauli Mouritsen, ættaður úr Sørvági. Tey fóru bæði sum ung til Danmarkar og komu
brúkt í útrokningunum, eru frá 1997 og útvegað frá Hagstovu Føroya. Tilsamans vóru tríggjar milliardir krónur útgoldnar í lønum í 1997. Talið á løntakarum var 24.367. Hetta árið vórðu 650 børn fødd í Føroyum [...] oyvi í 24 vikur. Miðallønin í 1997 var 12.500 krónur um mánaðin, 15.400 krónur hjá monnum og 9.700 krónur hjá kvinnum. Siga vit, at 550 føroyskar kvinnur hava krav uppá 12.500 krónur um mánaðin í seks [...] hetta ímillum sín, verður talan um 0,65 % í part. - Fyrivarni skal takast við hesum útrokningunum, men tey geva kortini eina ábending, sigur Kirsten Brix, limur í Javnstøðunevndini. Lítil munur Sum er verða
tryggingina, tí hesar fáa jú onga løn, Eftir fyrstu viðgerð fer lógaruppskotið í Vinnunevndina og Jákup Sverri Kass, limur í Vinnunevndini, lovaði frá tingsins røðarapalli, at spurningurin um tær heimaarbeiðandi [...] tær eru í farloyvi. Man tað vera sjómaðurin, sum vinnur so mikið, at inntøka hansara saman við sparsemi, er nóg mikið til konu og børn. Um tað hevði borið til at býtt inntøkuna hjá manninum í tvey, høvdu [...] tankanum, men av tí at henda skipanin er eitt arbeiðsmarknaðarmál og harvið tekur støði í lønarmissi fyri arbeiði í einum tíðarbili frammanundan, eiga skipanirnar at haldast atskildar. Ein møguleiki fyri
lut í innrásini í Kekkoslovakia í 1968. Í einari samrøðu við kekkiska sjónvarpið segði Jaruzelski, sum var polskur verjumálaráðharri í 1968, at tað var ein tung avgerð at senda polskar hermenn inn í eitt [...] umbering. Tann 21. august í 1968 gjørdu herdeildir hjá Sovjetsamveldinum og fýra øðrum londum í Warszawa-samgonguni innrás í Kekkoslovakia fyri at steðga nýskipanarrørsluni, sum formaðurin í kekkoslovakiska k [...] eitt land, sum eins og Póland var limur í Warszawa-samgonguni. Hann segði, at avgerðin var grundað á tær upplýsingar, sum hann hevði fingið um viðurskiftini í Kekkoslovakia, men seinni hevði hann skilt,
skrivað so nógva aðra staðni - eitt nú í donskum bløðum og tíðarritum. Í sekstan ár var Beate limur í barnaverndini í høvduðsstaðnum. Hetta var tá ið skipanin var soleiðis, at barnaverndarlimirnir vórðu boðsendir [...] Í dag, fríggjadagin sjeynda apríl, fer Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, um tey sjeyti. Hon var í mong ár journalistur og eisini blaðstjóri á Dimmalætting. Beate er uppvaksin í miðbýnum í høvuðsstaðnum [...] at vera í Havn, og tað er ikki meiri, enn tað kemur fyri, at hon er á bygd. Barnaheimið var í Tróndargøtu – í húsunum sum vórðu nevnd Mitens hús, og sum nú eru móttøkuhús hjá Tórshavnar kommunu. Í hesum
Fótbóltur Tað eru nú hálvt annað ár síðani, at Rúni Heinesen varð valdur í nevndina hjá FSF. Síðani hetta hevur hann verið limur í kappingarnevndini, men at hann skuldi upplivað slíkt bræv, sum tað hann [...] . Kann tað í sjálvum sær ikki verða trupult hjá teimum? Tað er tað kanska, men tað er so ikki mítt borð. Men eg ivist onga løtu í, at endamálið hesum skrivi einvíst er at chikanera limir í Kappingarnevndini [...] aldrin hava droymt um. Tað hevði eg so ikki. Og eg hevði so heldur ongan tíð roknað við, at vit komu í eina støðu, har kappingarreglurnar fyri fótbólt ikki rukku. Sjálvur haldi eg tó, at vit hava okkara
Eiler, hvørt hetta er nakað, sum eisini kundi komið fyri her í Føroyum? - Eg veit ikki, hvørt ein slík støða er hugsandi í Føroyum. Og eg vóni tað í øllum førum ikki. Men sum dómarar hava vit myndugleikan at [...] reytt kort er givið, verður spælarin sjálvandi revsaður í aktuella dystinum. Síðani er uppgávan hjá dómaranum at skriva frágreiðing. Kunnu blása av Í Týsklandi var hending um vikuskiftið, har dómarin gjørdi [...] vunnið seg inn í føroyskan fótbólt, og tí er tað ein trupulleiki, sum vit eiga at fyrihalda okkum til, sigur Eiler Rasmussen. Longt leibkann Og úr FSF eru boðini greið. Karl Vidtfeldt er formaður í Dómaranevndini
undir Varða ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í Roskilde, og eftir at Bendt fór frá við eftirløn [...] føroyingur í danmarkarørindum hevur sitið væl inni hjá teimum Hjúnini lesa regluliga føroysk bløð og fylgja væl við í tí, sum fyriferst í Føroyum. Tey minnast væl og duga sera væl at siga frá Havnini í sekstiárunum [...] til 1973. Bendt er føddur og uppvaksin í Odense og kom til Føroya at virka sum lækni á fyrsta sinni í 1959. Frammanundan hevði hann arbeitt á ymsum sjúkrahúsum í Danmark og Norðursvøríki. Bendt Jensen