Barnsburðargrunnur ikki dýrur

Mett verður, at ein barnsburðargrunnur kostar umleið 41 mill. krónur um árið, og tað svarar til, at hvør arbeiðsgevari og -takari rindar 0,6% av lønini í grunnin um mánaðin

Barnsburðargrunnur er eitt mál, Javnstøðunevndin hevur arbeitt nógv við, og nú kvinnuráðstevna var herfyri í Norðurlandahúsinum fyri kvinnur í útnorðri, var grunnurin aftur á dagsskránni.

Javnstøðunevndin hevur gjørt nakrar framrokningar, ið geva ábendingar um, hvussu nógv ein barnsburðargrunnur fer at kosta arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum. Tølini, nevndin hevur brúkt í útrokningunum, eru frá 1997 og útvegað frá Hagstovu Føroya.

Tilsamans vóru tríggjar milliardir krónur útgoldnar í lønum í 1997. Talið á løntakarum var 24.367. Hetta árið vórðu 650 børn fødd í Føroyum. Hvussu nógvar av mammunum hjá hesum børnum eru úti á arbeiðsmarknaðinum, er ilt at meta um, men nevndin hevur mett tær til 550, ið eru fulla tíð til arbeiðis. Hesar hava krav uppá barnsburðarfarloyvi í 24 vikur.

Miðallønin í 1997 var 12.500 krónur um mánaðin, 15.400 krónur hjá monnum og 9.700 krónur hjá kvinnum. Siga vit, at 550 føroyskar kvinnur hava krav uppá 12.500 krónur um mánaðin í seks mánaðir, tosa vit um 41.250.000 krónur, sum ein barnsburðargrunnur kostar um árið, væl at merkja um talið á føddum børnum svarar til talið í 1997.

Hesar góðu 41 milliónirnar skulu síðani býtast við talið av løntakarum, og tað gevur 1,3%, sum skulu gjaldast í ein barnsburðargrunn. Og býta arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar hetta ímillum sín, verður talan um 0,65 % í part.

- Fyrivarni skal takast við hesum útrokningunum, men tey geva kortini eina ábending, sigur Kirsten Brix, limur í Javnstøðunevndini.


Lítil munur

Sum er verða nógvir pengar goldnir um skattin til barnsburðarfarloyvi, og tí verður ikki talan um so ógvuliga stóran mun, sum skal rindast afturat, tá ið grunnurin verður veruleiki.

Úr dagpeningaskipanini vórðu í 1997 goldnar góðar 16 mill. krónur til kvinnur, ið eru hálva og fulla tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tey alment løntu fáa sum er fulla løn í farloyvistíðini, men hvat hetta kostar, ber ikki til at meta um. Umframt rinda allir stovnar, uttan mun til kynsbýtið á stovnunum, 0,8% í ein grunn til avloysarar. Hetta svarar til 8 mill. krónur um árið. Kvinnur, ið starvast innan peningastovnarnar og tryggingina, fáa á sama hátt sum tær alment løntu, fulla løn í farloyvistíðini. Sum skilst fáa hesi arbeiðsplássini beinleiðis fyrimun, tá ið ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn.

- Vit tosa um eina meirútreiðslu á uml. 9 mill. krónur um árið, sum hesin grunnurin fer at kosta.

- Til stuttleika kann eg nevna, at ein sum arbeiðir í 40 ár til eina løn, sum er 12.500 krónur um mánaðin, ið jú er miðallønin í Føroyum, og rindar 0,6% av lønini í ein barnsburðargrunn, bert rindar 38.000 krónur alt arbeiðslívið til henda grunnin. Hetta verður vunnið fleiri ferðir inn aftur, um viðkomandi fer í barnsburðarfarloyvi, sigur Kirsten Brix.