Fótbóltur
Tað eru nú hálvt annað ár síðani, at Rúni Heinesen varð valdur í nevndina hjá FSF. Síðani hetta hevur hann verið limur í kappingarnevndini, men at hann skuldi upplivað slíkt bræv, sum tað hann nú hevur fingið, sigur hann seg aldrin hava droymt um.
Tað hevði eg so ikki. Og eg hevði so heldur ongan tíð roknað við, at vit komu í eina støðu, har kappingarreglurnar fyri fótbólt ikki rukku.
Sjálvur haldi eg tó, at vit hava okkara upp á tað reina. Vit hava handlað sambært teimum reglum og viðtøkum, sum vit hava at halda okkum til, og tí virkar tað fullkomuliga skeivt, at ein slík hóttan nú verður sett móti okkum.
Chikana
Men skal HB seta endurgjaldskrav fram, skulu teir væl dokumentera ein inntøkumiss. Kann tað í sjálvum sær ikki verða trupult hjá teimum?
Tað er tað kanska, men tað er so ikki mítt borð. Men eg ivist onga løtu í, at endamálið hesum skrivi einvíst er at chikanera limir í Kappingarnevndini, soleiðis at onkur møguliga hoyknar í kongunum, staðfestir Rúni.
Missir ikki náttarsvøvnin
Hóast hann soleiðis kennir seg hóttan og/ella chikaneraðan, so sigur Rúni Heinesen tó at enda, at hetta ikki er nakað, sum hann gongur og hugsar stórvegis um.
Eg missi ikki náttarsvøvnin av hesum. Nú veit eg ikki, hvussu slík mál vanliga skulu grípast an, men eg eri vísur í, at vit ikki hava gjørt nakað skeivt. Vit hava handlað eftir teimum reglum, sum vit eru valdir at umsita, og meira er ikki at siga um tað, staðfestir Rúni.










