Fríggjadagin var fyrsta viðgerð av løgtingsuppskotinum um barsilsskipan. Hóast flest tingfólk tóku undir við uppskotinum, vístu tey á nøkur lýti í uppskotinum, ið eiga at verða rættað, áðrenn skipanin fer at virka. Sambært orðaskiftinum var størsta lýtið tann veruleikin, at heimaarbeiðandi kvinnur ikki eru umfataðar av skipanini. Og uttan mun til flokstilknýti vóru tey flestu samd um, at hesar so ella so eiga at sleppa upp í part.
Grundin til, at arbeiðskrav verður sett teimum, ið skipanin skal fevna um, er, at barsilspeningur er ætlaður at vera endurgjald fyri tap av vinnuligum inntøkum. Er eingin inntøka, er einki tap. Og sambært viðmerkingunum í uppskotinum eru 13 prosent av kvinnunum á barnsburðaraldri heimaarbeiðandi.
Onkur skjeyt upp, at eitt minstamark fyri útgjaldi til allar kvinnur uttan mun til um tær eru virknar á arbeiðsmarknaðinum verður sett. Sambært uppskotinum er ein møguleiki, at hesar tekna eina trygging, soleiðis at tær eisini fáa eitt útgjald, tá tær eiga børn.
- Onkur skal gjalda fyri hesar kvinnur og tíðina, tær eru í farloyvi. Man tað vera sjómaðurin, sum vinnur so mikið, at inntøka hansara saman við sparsemi, er nóg mikið til konu og børn. Um tað hevði borið til at býtt inntøkuna hjá manninum í tvey, høvdu hesar eisini verið javnsettar við aðrar barnakonur, segði Leila á Lofti, framsøgufólk fyri Fólkaflokkin.
Eisini Hans Pauli Strøm, framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin, vísti á henda órættin.
- Tað er gleðiligt, at øll framsøgufólkini vísa á, at tað er ikki rætt at útihýsa kvinnur, sum ikki arbeiða úti. Skulu hesar rinda eina trygging fyri at verða umfataðar, er spurningurin, hvør skal rinda tryggingina, tí hesar fáa jú onga løn,
Eftir fyrstu viðgerð fer lógaruppskotið í Vinnunevndina og Jákup Sverri Kass, limur í Vinnunevndini, lovaði frá tingsins røðarapalli, at spurningurin um tær heimaarbeiðandi kvinnurnar verður viðgjørdur gjølliga har.
- Skipanin eigur eisini at fevna um hesar kvinnurnar, segði hann.
Broytingar kosta
Skal nýggja barsilsskipanin fata um heimaarbeiðandi kvinnurnar eisini, verður kostnaðurin av henni ein heilt annar, vísti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður á.
- Eg taki fult undir við tankanum, men av tí at henda skipanin er eitt arbeiðsmarknaðarmál og harvið tekur støði í lønarmissi fyri arbeiði í einum tíðarbili frammanundan, eiga skipanirnar at haldast atskildar. Ein møguleiki fyri at fáa tær heimaarbeiðandi kvinnurnar uppí, er, at inntøkan hjá manninum verður býtt í tvey. Sambært samgonguskjalinum skal virkast fyri hesum møguleikanum, men enn er einki hent. Kemur Vinnunevndin til tað, at skipanin skal fata um tær heimaarbeiðandi eisini, taki eg tað til eftirtektar. Men broytingar kosta, tí skipanin kann ikki gerast bíligari enn lógaruppskotið leggur upp til, segði hann.
MYND: Smábørn
Myndatekstur:
Allar kvinnur á barnsburðaraldri, ið eru virknar á arbeiðsmarknaðinum, verða javnsettar í nýggju barsilsskipanini. Men skipanin útihýsur sum er tær kvinnur, ið eru heimaarbeiðandi.