Bað um umbering

Fyrrverandi polski forsetin Wojciech Jaruzelski bað sunnudagin kekkar um umbering fyri, at polskar herdeildir tóku lut í innrásini í Kekkoslovakia í 1968.

Í einari samrøðu við kekkiska sjónvarpið segði Jaruzelski, sum var polskur verjumálaráðharri í 1968, at tað var ein tung avgerð at senda polskar hermenn inn í eitt land, sum eins og Póland var limur í Warszawa-samgonguni. Hann segði, at avgerðin var grundað á tær upplýsingar, sum hann hevði fingið um viðurskiftini í Kekkoslovakia, men seinni hevði hann skilt, at tær vóru ikki beinar, og tí var avgerðin skeiv, segði hann. Av tí sama bað hann kekkiska fólkið um umbering.

Tann 21. august í 1968 gjørdu herdeildir hjá Sovjetsamveldinum og fýra øðrum londum í Warszawa-samgonguni innrás í Kekkoslovakia fyri at steðga nýskipanarrørsluni, sum formaðurin í kekkoslovakiska kommunistaflokkinum, Alexander Dubcek, stóð á odda fyri. Aftan á innrásina setti Sovjetsamveldið eina nýggja stjórn at stýra landinum. Teir nýskipanarhugaðu politikararnir mistu øll síni størv, andstøðan bleiv kúgað og mannarættindini sett til viks.