tykist vera í andstøðu. So tað er ikki av ongum, at sagt verður, at samgongutíðin slítur nógv upp á ein flokk, og at andstøðutíðin styrkir flokkin aftur. Hetta er bert ein politiskur veruleiki. Tað ber [...] umstøður og ynskini hjá fakrørsluni. Í dagsins politikki er ofta ein togan millum flokkar, um hvør er umboð arbeiðararøslunnar, og henda togan er eisini til staðar millum ymisku fakfeløgini, hvørju teirra [...] upp á komandi politisk mál. Og sjálvsagt er hetta ein stuðul fyri danska Javnaðarflokkin, tá hesin reelt fer inn at gera broytingar, hóast úrslitið ikki altíð er ein semja við LO. Nær hava vit t.d. fingið
føroyingum heldur er rætt og rímiligt, so fer fjøld av fólki at gera vart við seg, og seta spurnartekin við, hvat nú er í ferð við at henda, og tað má endurspeglast í pressuni, tí ikki er mansbarn í Føroyum [...] mátti verið ein upplagdur møguleiki hjá okkara búskaparfrøðingum at blanda seg upp í tjakið, og greitt vanliga føroyinginum frá ,um nakað samsvar er millum hesi føgru orð, ella um hetta er ein beinleiðis [...] so má okkurt spyrjast burturúr - og tað er onki løgið í tí ,Finnur - heldur heilt natúrligt, at so er. Politisk propaganda - ella? Fremsta skylda pressurnar er at lýsa veruleikan - orsøk og virkning -
Klaksvík. Eins og á undanfarnu stevnum er eisini góð luttøka til hesa stevnu - umleið 200. Aglow er eitt net av kvinnum við umsorgan á tvørkirkjuligum grundarlag og er fyri allar kvinnur. - Í dag er Aglow [...] runt um í Europa sum bíbliulærari, og hon er eisini profetisk. Umframt at undirvísa hevur hon eisini skrivað bøkur. Hetta er tann 8. stevnan av sínum slag. Ein fittur partur av luttakarunum býr á hotellinum [...] Aglow í 135 londum. Ein Aglow-stevna er: Samvera, bíbliu-undirvísing, lovprísan, at fáa nýggjar vinir, at hjálpa hvørja aðra, at styðja hvørja aðra, at elska hvørja aðra, at biðja saman og at fáa lut í visiónini
enda og inn í Ísvirkisgangin. Og fram um alt fingu ogur goldið kontant. Ein kolvelting. Ein avbygdakona segði, at tað fór sum ein ylur gjøgnum bygdina, tá bátarnir komu aftur av útróðri og høvdu verið og [...] Mortensen á heysin. Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt. Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara. Nú mátti [...] søgu er sum eitt træ uttan rót. Søguna hava ogur elsta á landi frá Fróða Kongi, og lívstræ ogra frá 1915 stendur enn. Fræið kom úr øllum ættum, úr hvørji bygd í Føroyum, úr mongum londum. Væl er tað sveisað
at tit siga, hvat tit ynskja og hvat tað er fyri eitt samfelagið tit vilja hava. Espen Løken vísir á, at fakfelagsrørslan er eisini politisk, og tí skal hon eisini vera við til at ávirka samfelagsgongdina [...] nakrar loyalar arbeiðarar. Feløgini vilja heldur hava ein mótpart at tosa við enn eina rúgvu av ymsum feløgum, sum hava ymsar áskoðanir. Tí er ein landsfelag fyri allar oljuarbeiðarar tað rætta. Oljufeløg [...] dagliga arbeiðir hjá oljufelagnum Saga, har hann eisini er álitismaður hjá NOPEF, sum stendur fyri ?Norsk Olje- og Petrokemisk Fagforbund.? Hetta er landsfelagsskapurin fyri allar oljuarbeiðarar. Espen Løken
leikbannið hjá jugoslaviska venjaranum er av, og so er spurningurin, um hann velur at byrja inni sjálvur, ella um hann heldur fast við liðið, sum hevur fingið sera góð úrslit, síðani kappingin fór í gongd [...] Piotr er eftirhondini blivin 41 ára gamal, men tað tykist ikki at nerva henda sterka ítróttarmannin, sum klárar væl at fylgja við, hóast tað er heilt stutt síðani, at hann fór at venja aftur. Tað er ilt [...] móti TB og er leikbannaður. Allan Joensen fekk gult kort og er leikbannaður. Hann gavst at venja týskvøldið, og teir kvíga fyri, at skaðin, sum hevur hildið honum so nógv burtur frá fótbólti, er komin aftur
Jonhard Hammer Hvat er Manila98? Regin Guttesen er ein av fyriskiparunum av hesum tiltaki. Hann sigur, at tað byrjaði við, at Siri og Angela, sum ganga á pedagogskúla tosaðu um at gera okkurt fyri gøtubørnini [...] fyrireikaður, so framførðslan verður altíð góð. Ein kann væl siga, at Heini er ein sangari í heimsklassa. Hetta prógvaði hann, tá hann sang á konsertini, sum Andrew Craugh hevði í Føroyum. Teir báðir sungu saman [...] kemur heimafur er ætlanin at fara út á skúlar og samkomur í Føroyum, og greiða frá, hvat tey hava gjørt á Manila. Tey fara at taka ljósmyndir av ferðini, so tað verður spennandi at síggja, hvat tey hava upplivað
Eitt er inntøkan frá Europa Cup, eitt annað er øktu áskoðarainntøkurnar og eitt triðja er, at áhugin fyri at tekna partapening í pf. Havnar Fótbóltur er størri, enn vit høvdu roknað við. At áhugin er so [...] og vísir á, at burturúr góða unglingaliðnum, sum vann FM í 1992, 1993 og 1994 er bara ein spælari á 1. liðið hjá HB. Tað er John Heri Dam, sum í fjør var í B36. Stóra samsýning Tað hevur ljóðað, at HB [...] og vit hava eina greiða fatan av, at tað er stórur áhugi fyri at gerast partaeigari, og tað er hugaligt, tí tað kostar at reka ungdómsarbeiðið og 1. lið, veit ein glaður og spentur HB formaður at siga. Hann
20. august, kom ein ískaldur gjóstur ígjøgnum meg. Tað var sum ein ringur dreymur vaknaði uppaftur og sólin hvarv og óndskapsins andi legði sín kalda anda í mína sál. Eg veit ikki, hvat Karl Jespersen hevði [...] pápa okkara, noyddur at geva hetta aftursvar, og er tað við ringum tannabiti. Tað sum tú sipar til, sum fór fram fyri 40 til 50 árum síðani á Tvøroyri, er torført hjá okkum, sum tá vóru børn, at finna skjøl [...] slu fyri hansara dugnaskapi? So sigur tú, at stjórin sást minni og minni. Veitst tú hvat eg minnist. Eg minnist ein pápa, sum arbeiddi kvøld eftir kvøld til midnátt. Tað sigur seg sjálvt, at tú Karl kundi
ikki siga nú Uppá fyrispurning um tað er ein fyrimunur fyri føroyingar ella ein vansi, at tað er funnin ein nýggj oljukelda við markið, sigur løgmaður, at hetta er ringt at meta um, men tað skuldi so gjørt [...] komnir hartil, at tað er neyðugt at samstarva tvørtur um landamørk, og henda vitjanin er ein partur av tí Løgmaður sigur, at vit mugu ansa eftir ikki at isolera okkum, tí gera vit tað er ein vandi fyri, at vit [...] taka sær meira av vinnuni. Tað er klárt at bretska vinnan bretsku megin markið eisini er áhugað í, hóast tað eisini kemur ein vinna føroysku megin markið, soleiðis at ein kann samarbeiða við felags inf