Aglow-vitjan úr Suðurafrika

Í døgunum 28.-30. august verður Aglow-stevna á Hotel Føroyum. Í hesum sambandi kemur Elizabeth Syre frá Cape Town at vitja.

Hon talar runt um í Europa sum bíbliulærari, og hon er eisini profetisk. Umframt at undirvísa hevur hon eisini skrivað bøkur.

Hetta er tann 8. stevnan av sínum slag. Ein fittur partur av luttakarunum býr á hotellinum, restin býr niðri í býnum. Luttakarnir koma úr teim ymsu Aglow-deildunum í landinum - í Suðuroynni, Sandoynni, Tórshavn, Vágunum, Vestmanna, Skálafjørðinum og Klaksvík. Eins og á undanfarnu stevnum er eisini góð luttøka til hesa stevnu - umleið 200.

Aglow er eitt net av kvinnum við umsorgan á tvørkirkjuligum grundarlag og er fyri allar kvinnur. - Í dag er Aglow í 135 londum.

Ein Aglow-stevna er: Samvera, bíbliu-undirvísing, lovprísan, at fáa nýggjar vinir, at hjálpa hvørja aðra, at styðja hvørja aðra, at elska hvørja aðra, at biðja saman og at fáa lut í visiónini um hvat Harrin vil fyri Føroyar.

Landsnevndarformaður í Føroyum er Elisabeth Hvítklett Joensen.

Stevnan byrjar sum nevnt 28. august, fríggjadagin, kl. 19.00.