Stór gospelkonsert í Runavík

Leygarkvøldið 22. august kl. 21.00 verður skipað fyri einari stórari gospel konsert í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er eitt vælgerandi tiltak og peningurin, sum kemur inn fer til tiltakið Manila 98

Jonhard Hammer


Hvat er Manila98?

Regin Guttesen er ein av fyriskiparunum av hesum tiltaki. Hann sigur, at tað byrjaði við, at Siri og Angela, sum ganga á pedagogskúla tosaðu um at gera okkurt fyri gøtubørnini á Manila á Filipsoyggjunum. Tær hildu, at tað var so synd í hesum neyðars børnum, at okkurt mátti gerast fyri at bøta um støðuna hjá teimun. Tær hildu, at tey skuldu fáa fleiri fólk við, og heittu síðani á Regin Guttesen, Ólav Jøkladal, Sunnevu Eysturoy og Paula Olsen, um at verða við. Tey játtaðu øll, og fóru undir at fyrireika tiltakið Manila 98.

Tað fyrsta tiltakið tey høvdu fyri at fáa pening til Manila 98, var í SMS. Har var nógv ymiskt á skránni m.a køkutombola, klovnar, Mr. Univers frá 95, og tónleikur.

Fólk tóku sera væl undir við hesum tiltaki, og tað komu nógvir pengar inn.


Til Manila í oktober

Tað verður farið til Manila í oktober, og tey verða har í 14 dagar. Har fara tey at gera ymiskar uppgávur. Á Manila er tað soleiðis, at har ganga børnini úti um náttina og leita sær eftir onkrum at eta. Her fara føroyingarnir at koyra runt í bussum og geva hesum neyðars børnum okkurt at eta. Serliga úti á ruskdungunum, har serliga nógv heimleys børn búgva. Tey búgva har, tí har er møguleikin størstur fyri at fáa nakað at eta.

Eisini verður farið at vitja eitt barnaheim, og royna at hjálpa børnunum har.

Peningurin, sum kemur inn, verður eisini brúktur til at hjálpa gentum, sum eru kynsliga misbrúktar. Hetta er ein stórur trupuleiki niðri á Manila, gentur verða noyddar at selja sín kropp fyri at fáa mat í munnin. Tað eru heim fyri misbrúktar gentur, og føroyska ferðalagið fer eisini at vitja har. Genturnar, sum verða misbrúktar, eru heilt niður í 8 ára gamlar.


Greiða frá ferðini

runt í Føroyum

Tá ið ferðalagið kemur heimafur er ætlanin at fara út á skúlar og samkomur í Føroyum, og greiða frá, hvat tey hava gjørt á Manila.

Tey fara at taka ljósmyndir av ferðini, so tað verður spennandi at síggja, hvat tey hava upplivað niðri á Manila.


Stór Gospelkonsert

Nú leygarkvøldið verður skipað fyri einari stórari gospelkonsert í ítróttarhøllini í Runavík. Bólkarnir, sum fara at luttaka, eru Heini Lützen, Regin Guttesen og Torkil Mørkøre.

Heini Lützen er tann gospelsangarin, sum savnar mest áhoyrarar í Føroyum. Hetta er ikki uttan grund, hann hevur eina sera góða rødd. Tá ið hann syngur á konsertum, er hann altíð væl fyrireikaður, so framførðslan verður altíð góð. Ein kann væl siga, at Heini er ein sangari í heimsklassa. Hetta prógvaði hann, tá hann sang á konsertini, sum Andrew Craugh hevði í Føroyum. Teir báðir sungu saman við kórinum United Voices, og har stóð Heini í hvussu so er ikki aftanfyri Andrew.

Tónleikararnir, sum spæla við Heina Lützen eru: Jákup Zachariassen guitar, Jan Zachriassen bass, Jónsvein Heinesen tangentar, John Eli Andreassen trummur.

Regin Guttesen er eisini eitt stórt navn innanfyri føroyskan tónleik. Frá at hava spælt saman við M. C. Restorff, hevur hann stovnað sín egna bólk. Regin hevur givið eina fløgu út, hana hevur ein hoyrt nógv til. Regin verður kanska tann fyrsti føroyski tónleikarin, sum fær eitt veruligt gjøgnumbrot yviri í USA. Tað eru í løtuni samráðingar við okkurt plátufelag, men einki úrslit er komið burturúr enn. Men vónandi fer hetta at eydnast fyri Regin, og føroyskan tónleik

Tónleikurin, sum hann fer at spæla á konsertini, verður fyri tað mesta av fløguni hjá sær. Men okkurt annað verður eisini at hoyra, okkurt kopilag og onkur sálmur, sum Regin hevur gjørt eitt sindur um.

Regin Guttesen spælir saman við hesum tónleikarunum leygarkvøldið: Jákup Zachariassen guitar, Niclas Johannessen guitar, Jan Zachariassen bass, Mikkjal Hvannastein, guitar og Sámal Joensen trummur.

Torkil Mørkøre er ikki so vælkendur, sum hinir báðir. Hann hevur spælt í nógv ár, men fyri tað mesta í Klaksvík. Hann ger nógv løg og spælir og syngur sjálvur. Hann ætlar at gera meir við tónleikin í framtíðini, og kanska verður tað til, at hann fer at geva eina fløgu út.

Tónleikararnir, sum eru við Torkili, eru m.a Sámal Joensen trummur og Mikkjal Hvannastein guitar.

Fyri ljóð og ljósi fer ADJ-sound at standa fyri. Fyrireikararnir eru sera glaðir fyri, at fyritøkan vil lata ljóð og ljósútgerð ókeypis. Og at allir teknikararnir á konserini eisini arbeiða ókeypis.

Roknast kann við, at hetta verður ein góð konsert og at nógv fólk fara at nýta møguleikan at stuðla hesum tiltaki. Og fáa tríggjar tímar av góðum gospeltónleiki afturfyri.