beinanvegin. Hann ætlaði at egna nakrar stampar aftrat til ein nýggjan túr. Av tí at hann egnir so at siga alt sjálvur, tekur tað sína tíð. Tí var tað ein spurningur um hann kláraði at egna so mikið, at hann [...] stampin, so eri eg nøgdur við tað! Sjáldan langt úti Ein so royndur útróðrarmaður sum Benadiktus veit sjálvandi nógv um streym og vind. Men eisini ein heilan hóp um tey góðu miðini. Hevur hann so nøkur mið [...] Hevði eg vitað at tit komu her, so var eg langt síðani farin til hús! Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum vælupplýstu
tað ein lætti at fáa staðfest, hvat tað var, mær bagdi. Eg havi so tikið heilivág líka síðani, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum hevur lært seg at liva við sjúkuni. - Eg fylgi væl við í, hvussu eg havi tað [...] tað, sum eg júst havi runnið eitt maraton, og eg eri útlúgvað av møði, sigur Beinta Dahl-Olsen, sum fekk staðfest sjúkuna fyri skjótt 12 árum síðani. - Upp á nógvar mátar er hetta ein ósjónlig sjúka. Tú [...] skuldi ein túr til Danmakar saman við bindiklubbanum, men hevði als onga orku til at fara við. Tá hugsaði eg, at tað kundi ikki vera rætt, at eg skuldi vera so troytt, at eg ikki megnaði at fara ein túr til
er hann á skúlabeinki. Vísa mínar dygdir Janus sigur seg verða sera ernan av úttøkuni. - Hetta er ein stórur heiður, og nú má eg so royna at vísa landsliðsvenjaranum, hvør dugur er í mær, sigur Janus Joensen [...] , men annars tykjast tað ikki verða so nógvir inni í myndini til at loysa av á tí plássinum. - Eg havi eisini varhugan av, at landsliðsvenjarin kanska hevur hug til at fáa Suna eitt sindur longur fram [...] jing í Føroyum. Hetta var fyri trimum árum síðani, men tá var hann so mikið óheppin, at hann fekk ein so mikið álvarsligan skaða undir venjingini á landsliðnum, at hann ikki var førur fyri at spæla næstu
til diskusjón, er virðið á krónuni. Alt annað er til diskusjón. Eins frí og grundlógartryggjandi, sum pressan elskar at siga seg vera, eins bundin hevur hon altíð verið at marknaðinum. Tí kenst tað margháttligt [...] bløðunum – er tað marknaðurin, ið stýrir bløðunum. Helst hevur hann altíð gjørt tað, marknaðurin. Eins og aðrar marknaðarvørur verða tíðindi framleidd við sølu fyri eygað. Á handilshillum verða sjónligheitin [...] vil bara tíðin vísa. Tíðir broytast og vit broytast við. Í prinsippinum eru prentaði tíðindi altíð ein dag eldri enn elektronisk tíðindi, bara av tekniskum ávum. Eftir journalistisku viðgerðina, sum er
? Ein kristin gudstænast er ikki at fáa flestar atkvøður til ein frelsara. Heldur ikki skalt tú sjálvur finna uppá, hvat tú skalt boða, segði Hans Jacob Joensen. Við útgangsstøði í orðum Pæturs, um at [...] skal boðast. ? Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni. Sannleikin broytist ikki av mannahugsanum [...] sum ikki vilja trúgva hesum veruleikanum. Men sannleikin broytist ikki, sjálvt um menniskju meina nakað annað. Tað skulu øll fáa at uppliva ein dag. Í 1500 ár trúðu fólk, at jørðin var fløt, men sannleikin
- Eg havi eina samtykt frá einum býráðsfundi í november 2011, har sama býráð hevur givið mær loyvi at røkja bæði størvini. Tá sat eg í løgtinginum og var borgarstjóri, so støðan hjá mær er ikki broytt [...] kunnu fáa eitt orðaskifti aftur. Tað er neyðugt aftaná, at Kári P. Højgaard hevur sett Sirið Stenberg ein skrivligan fyrispurning á løgtingi um tað, umframt tað nógva kjakið, ið hevur verið um málið. Eg dugi [...] varð Kristin Michelsen afturvaldur á løgting fyri Javnaðarflokkin við 302 atkvøðum. Harvið var hann ein av fýra borgarstjórum, ið vórðu valdir á ting. Umframt Kristin Michelsen, so vórðu Magnus Rasmussen
Jógvan á Lakjuni nógv ár á baki sum lærari, og hann kennir tí væl støðuna, sum næmingarnir eru í. - Á ein hátt so skilji eg tey væl, og eg eri ikki í iva um, at tað eru bæði næmingar og lærarar, ið harmast [...] umsitingin hevur mett tað rættast, at miðnámsútbúgvingarnar verða so javnt stillaðar sum møguligt. - Eg havi lovað næmingunum, at eg fari at seta meg inn í málið og hyggja nærri at tí. Hetta fari eg at gera
ólavsøkan at siga fyri teg? Ólavsøkan er nakað heilt serligt og eitt av hæddarpunktunum á summarinum. Eg havi verið á sera nógvum ólavsøkum. Heilt frá barni av tók pleygumamman hjá mær, Anna, beiggja mín Hans [...] práta við. Á løgtingsskrúðgonguni ólavsøkudag skal politiið eisini vera til staðar, og er tað eisini ein serlig løta. Tað hava sjálvandi eisini verið tyngri løtur, men tað hoyrir arbeiðinum til. - Hevur tú [...] øðrum, og har gekk eg í hvítari kaskett og hvítum handskum, so fín, so fín. Knappliga føldi eg, tað ein ungur maður stakk samanklappaða regnskjólið ímillum beinini á mær. Eg vendi mær við í einum, tók í
- Á hesum skeiðunum havi eg verið sera fegin um ta menning, og tey amboðini eg fingið at arbeiða við. - Nú vil eg geva øðrum føroyingum møguleika fyri hesum sama, sigur Hilda, sum dagliga starvast sum [...] Annars eru øll vælkomin á skeiðið, sum ynskja størri kunnleika til tann andaliga tørvin og hvussu ein persónur er samansettur. Skeiðið er á enskum máli. Men sum skilst er Pauline Skeates von at undirvísa
ferðir um árið saman við kovboybuksum. Somuleiðis havi eg ein hvítan kjóla, eg havi fingið frá danska snið-gevanum, Mariu Møller, fyri eitt plagg, eg havi gjørt. Yndisplagg? Hóast eg sjálv ikki gangi ofta [...] dámar mær væl ein kjóla, eg keypti, tá sonur mín varð doyptur. Hann hongur í løtuni til pynt, og eg fari altíð at vera serliga góð við hann. Eisini dámar mær væl ein ljósareyðan kjóla, eg havi keypt í einum [...] leðurbuksur úr japanskum geitaskinni, eg alt mítt lív havi ynskt mær. Eg fekk fyri kortum ein sniðgeva at gera tær fyri meg. Hon tók mát her og har, so nú havi eg einar bleytar lekrar leðurbuksur, ið eg eri sera