Mikumorgunin fingu vit fatur á sterka vinstra bakkinum hjá HB seinnu árini, Janus M. Joensen, meðan hann var í skúla á Tekniska Skúla í Havn. Janus lærir til elektrikara hjá Leif Mohr, og í løtuni er hann á skúlabeinki.
Vísa mínar dygdir
Janus sigur seg verða sera ernan av úttøkuni. - Hetta er ein stórur heiður, og nú má eg so royna at vísa landsliðsvenjaranum, hvør dugur er í mær, sigur Janus Joensen og leggur afturat, at vónandi kann eitt gott avrik frá hansara síðu á venjingarleguni verða við til, at hann fer at fáa landsliðsboð aftur seinni.
Á vanliga plássinum hjá Janusi, vinstra bakki, er Súni Olsen sjálvskrivaður á landsliðnum, men annars tykjast tað ikki verða so nógvir inni í myndini til at loysa av á tí plássinum. - Eg havi eisini varhugan av, at landsliðsvenjarin kanska hevur hug til at fáa Suna eitt sindur longur fram á vøllin, og tað kann møguliga geva pláss fyri mær, vónar Janus M. Joensen.
Einaferð áður hevur Janus verið við til landsliðsvenjing í Føroyum. Hetta var fyri trimum árum síðani, men tá var hann so mikið óheppin, at hann fekk ein so mikið álvarsligan skaða undir venjingini á landsliðnum, at hann ikki var førur fyri at spæla næstu fimm mánaðirnar.