at ein kvinna doyði á veg til sjúkrahúsið. Tveir menn vórðu illa særdur fluttir á Harbourview-sjúkrahúsið, og annar teirra doyði í nátt. Løgregluovastin í Seattle, James Pugel, segði á tíðindafundi í nátt [...] Ein maður í amerikanska býnum Seattle valdi í gjárkvøldið at skjóta seg sjálvan, tá løgreglan skuldi taka hann. Frammanundan hevði maðurin loyst fleiri skot av inni á einari kaffistovu, og hann rakti trý [...] at byrsumaðurin beindi fyri sær, tá løgreglan kom fram á hann har vesturi í býnum. Nú kannar løgreglan, hvat tað var, sum fekk mannin at fara inn á kaffistovuna at skjóta eftir gestunum har.
Holstebro á útivølli í tí fyrsta uppflytingardystinum til bestu donsku hondbóltsdeildina. Í steðginum var heimaliðið, Holstebro á odda 17-12. Komandi týskvøld verður onnur hálvfinalan leikt á heimavøllinum [...] tapti greitt 27-35 fyri Kristiansand á útivølli í tí fyrsta uppflytingardystinum til bestu norsku hondbóltsdeildina. Helgi H. Hoydal var valdur at vera besti maður á vøllinum. Komandi sunnudag klokkan 18 [...] 18 tekur Viking Stavanger móti Kristiansand á heimavølli í øðrum uppflytingardystinum.
og gyltur møgulleiki at loysa fleiri avbjóðingar í einum. Kommunurnar hava heimild og hava fult ræði á, hvørji skip kommunurnar bjóða vælkomnum og hvat kommunurnar útseta sínar borgarar fyri. Kommunurnar [...] uttanfyri Føroyar gera. Tíverri er støðan í dag tann, at tað hevur avgerandi týdning um ljóðkeldan er á landi ella um ljóðkeldan flýtur. Flýtur ljóðkeldan, eru eingin krøv, eingin handling og ongin at venda [...] prutl, sum órrógvar borgarar millum hús eitt kvøld, kunnu borgarar venda sær til løgregluna, sum fer á politijagstran. Er tað hinvegin eitt skip, sum í viku- og mánaðarvís órrógvar borgarar við dB yvir 50
umførini til Prix Føroyar hava verið í Tvøroyri, Klaksvík, Miðvági, Sandi, Vági, Fuglafirði og á Strondum. Semi-finalur hava verið í Fuglafirði og Suðuroy, og endaligu finalurnar í sjálvum Norðurlandahúsinum [...] nýggj løg eru blivin smíðað, hvørja ferð kappingin hevur verið. Eftir hetta er óvist, hvussu høgt talið á føroyskari sangskriving hevur verið, men eitt er vist, og tað er, at tónleikavirksemið her í landinum [...] fáum til upp um 30 um árið, eftir at Prix Føroyar byrjaði í 1995. Føroyskir hjalls-popparar fingu blóð á tonnina, tá teir varnaðust, at pallurin í Norðurlandahúsinum var annað enn ein trýssvattspera. Í 2005
ynski eg, at Harrin má styrkja og styðja í stóru sorg tykkara. Tá síðsti stormur er riðin av, á ljósu strondum eg lendi, tá skal eg skoða, hvat Harrin gav til tey sum aftur ei vendu; ei nakar hugi tað skilja [...] Heimbygdin Vág og hennara vælferð lá tær nær, og var tú altíð sera áhugaður í øllum, sum gekk fyri seg á kaiini og nærumhvørvinum, tí tú vildi bygdini alt tað besta, og tú segði mangan við meg, at gekk tað [...] frá okkum. Eg eri glaður fyri at hava kent teg, góði Edvin, og saknurin verður stórur ikki at fáa teg á vitjan og fáa eitt hugnaligt lívligt prát yvir ein kaffimun við teg aftur ? tað var nakað serligt. Hóast
men ein annar maður. Hyggi at kransunum og niður á børuprýði á lokinum. Jú, hetta eru okkara. Soleiðis greiðir dóttir til mannin, sum skuldi úr kapellinum hendan dagin, frá. - Eg vendi mær á móti mammu og [...] við líkinum eina løtu, áðrenn lokið varð lagt á. Sjúkrasystirin fekk so fatur á einum portøri. Hann fer yvir í kapellið, hyggur at einum seðli, sum hongur á lokinum og sigur, at maðurin, sum liggur í kistuni [...] Fuglafirði, endaði á Norðskála og øvut. - Og tá hevði hetta mistak ongantíð komið fyri ein dag aftur, sigur hann. Hann leggur dent á, at høvdu tey havt jarðað annan mann enn pápan í kirkjugarðinum á Norðkskála
mátti flytast á sjúkrahúsið, aftaná hann datt á súkklu. - Beint áðrenn klokkan ellivu í gjárkvøldið fingu vit boð um, at ein maður hevði fingið skaða í einum óhappi í Hoyvík. Hann var á súkklu, men hevði [...] tað var svartakálk á vegnum. Tí misti hann tamarhald á súkkluni og datt. Viðkomandi hevði fingið ein løst í høvdið og bleiv tískil fluttur á Landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Harumframt [...] Á løgreglustøðini eru tey farin at merkja, at tað er vorðið kaldari í veðrinum og er byrja at frysta um kvøldarnar. Í nátt hevur løgreglan nevniliga havt ymisk mál í samband við frost og kulda, harímillum
verður nýggjur skipari á brúnni á almenna stovninum Jarðfeingi. Petur Joensen loysir Sigurð í Jákupsstovu av, meðan hesin er í farloyvi skrivar Sosialurin Tað verður ein nýggjur maður, sum fer at hava ábyrgdina [...] Petur Joensen, sum hevur arbeitt á Jarðfeingi seinastu 10 árini, fer at røkja stjórastarvið á stovninum frá 1. november og tvey ár fram. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi fer í farloyvi komandi [...] íslendska orkustovninum, har hann skal taka sær av ráðgevarauppgávum fyri Jarðfeingi, her serstakliga á orku- og elveitingarøkinum. Petur Joensen, sum hevur búskaparliga útbúgving, hevur eitt nú tikið sær
- Onkuntíð rópa tey meg inn á fund, so eg kann hjálpa til á tí løgfrøðiliga økinum. Tað er gott at bróta ísin við, at ein løgfrøðingur kemur inn í arbeiðsklæðum við amboðum í hondini, sigur 35 ára gamla [...] Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin, er stórt tema um kynsleiklutir. Millum annað er samrøða við Sunnivu Sólarris, sum í ár er farin í læru sum timbur"maður". Eisini er samrøða [...] flogternu, og vit hitta kvinnurnar, sum hava verið á stórari javnstøðuráðstevnu í Keypmannahavn í vikuni. Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.
at flyta til Reykjavíkar. Maður hennara er úr Íslandi. At hon er flutt til Reykjavíkar hevur ikki steðgað henni á tónleikaferðini, og leygardagin stendur hon á føroyskum palli á fyrsta sinni. Óivað er Dickow [...] Dickow fjepparar spentir, men sjálv er hon eisini spent upp á ferðina til Føroya. Soleiðis skrivar hon á facebook: Det er længe siden, jeg har glædet mig så meget til en rejse: Færøerne i morgen for første