Tina Dickow í Norðurlandahúsinum

Hon er donsk, býr í Reykjavík og leygardagin stendur hon á føroyskum palli.

Leygardagin  verður konsert í Norðurlandahúsinum við donsku Tinu Dickow.


. Hon býr í Reykjavík og er í gongd við at innspæla eina nýggja akustiska fløgu. 

Hóast undanvind í Danmark, so valdi hon at flyta til Reykjavíkar. Maður hennara er úr Íslandi.

At hon er flutt til Reykjavíkar hevur ikki steðgað henni á tónleikaferðini, og leygardagin stendur hon á føroyskum palli á fyrsta sinni.

Óivað er Dickow fjepparar spentir, men sjálv er hon eisini spent upp á ferðina til Føroya.

Soleiðis skrivar hon á facebook:

Det er længe siden, jeg har glædet mig så meget til en rejse: Færøerne i morgen for første gang nogensinde! Koncert lørdag aften i Nordic House. 
Smukt, grønt, tåget og Teitursk, forestiller jeg mig?