Góði Edvin.
Tað kom mær dátt við fríggjamorgunin at frætta, at tú var farin um sýnina, har ikki vendist aftur, at okkara prát á kaiini fyri stuttum, har tú fortaldi mær, at tú skuldi til Danmarkar at leggjast undir skurð, skuldi blíva okkara seinasta, hevði eg ikki væntað.
Eg spurdi teg tá, um tú var bangin fyri hesi álvarsomu støðu, sum lá fyri framman, men tú svaraði líka knappur sum altíð: »Bangin, bangin fyri hvørjum, je eg eri ikki bangin, men hopi at tað fer at ganga gott«.
Tað gekk ikki, sum vit vónaðu og ynsktu fyri teg góði vinur, men tú hevur fingið frið og er komin heim til tann æviga staðin, har einans er gleði og sorgin ei finst.
Títt hjarta sló fyri tínum kæru og fyri tíni heimbygd, og minnist eg, hvussu glaður tú altíð var og erpin, tá tú fortaldi um, hvussu ríkur tú var ? ikki í pengum, men at tú hevði so nógv at takkað fyri ? tína konu, børn og abbabørn, sum tú var so sera góður við og sum høvdu alt at siga fyri teg ? tú vardi um og tók tær væl av tínum lítla kongaríki.
Heimbygdin Vág og hennara vælferð lá tær nær, og var tú altíð sera áhugaður í øllum, sum gekk fyri seg á kaiini og nærumhvørvinum, tí tú vildi bygdini alt tað besta, og tú segði mangan við meg, at gekk tað skipum og virkjum væl, so gekk tað eisini bygdini og fólkinum væl, og tað var umráðandi fyri teg at síggja bygdina blóma, meðan tað eisini píndi teg, tá tú sá tað gekk ímóti.
Tú var bersagdur, segði tingini sum tey vóru, ja rætt og slætt kallaði ein spaka fyri ein spaka, og tað sóu eg og mong við mær stórt virði í, tú var erligur sum fáur, ein visti altíð hvar ein hevði teg.
Vit øll, sum kendu teg, eru vorðin fátækari, nú tú ikki er millum okkum longur, Vágsbygd er vorðin fátækari uttan teg, men minnini kann ongin taka frá okkum.
Eg eri glaður fyri at hava kent teg, góði Edvin, og saknurin verður stórur ikki at fáa teg á vitjan og fáa eitt hugnaligt lívligt prát yvir ein kaffimun við teg aftur ? tað var nakað serligt.
Hóast aldurmunurin var stórur okkara millum, so var bylgjulongdin okkara millum í lagi, og sinn og hugburður tín vóru ung.
Tykkum, sum hava mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, ynski eg, at Harrin má styrkja og styðja í stóru sorg tykkara.
Tá síðsti stormur er riðin av,
á ljósu strondum eg lendi,
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
til tey sum aftur ei vendu;
ei nakar hugi tað skilja kundi,
ei nakað eyga tað síggja mundi,
hvat har hann hevur teim goymt
Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg blíðar
kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn.
Við hesum fátøku orðum lýsi eg frið yvir vin mín, Edvin Størm.
??????????
Johan Dahl









