Mistak
Dagurin er, 29. apríl í ár. Ein 87 ára gomul kona, dóttir hennara og maðurin eru komin í kapellið á Landssjúkrahúsinum í góðari tíð. Tann gamli er deyður, og lýst er, at kistan fer úr kapellinum kl. 17. Tey avvarðandi ætla at síggja mannin, pápan og verfaðirin eina seinastu ferð og vera hjá líkinum eina stund, áðrenn lokið verður lagt á.
Tey trý koma innar. Alt sær í fyrstani út, sum tað eigur. Har eru kransar, blómur og við kistuna stendur lokið við børuprýðinum á.
Ikki pápi!
- Eg var fyrst av okkum at ganga fram ímóti kistuni hjá pápa. Tað fyrsta, eg legði til merkis, var, at maðurin í kistuni var í sínum egnu klæðum og ikki í líkverju. Spyrji meg sjálva, hvat hetta er fyri nakað? Fari nærri og síggi, at tað er ikki pápi, sum liggur í kistuni, men ein annar maður. Hyggi at kransunum og niður á børuprýði á lokinum. Jú, hetta eru okkara.
Soleiðis greiðir dóttir til mannin, sum skuldi úr kapellinum hendan dagin, frá.
- Eg vendi mær á móti mammu og manni mínum, sum standa aftanfyri meg. Biði tey seta seg niður, tí hetta er ikki pápi, men ein annar maður. Mamma, sum er 87 ára, gomul, gjørdist rættiliga skelkað av hesum.
Dóttirin greiðir frá, at hon síðan fór at vita, um hon kundi finna onkran, ið kundi siga teimum, hvussu hetta hekk saman.
- Uppi í kjallaranum møtti eg eini sjúkrasystir. Sigi við hana, at vit høvdu fingið at vitað, at vit kundu koma í kapellið kl. 15 at síggja pápan og vera saman við líkinum eina løtu, áðrenn lokið varð lagt á. Sjúkrasystirin fekk so fatur á einum portøri. Hann fer yvir í kapellið, hyggur at einum seðli, sum hongur á lokinum og sigur, at maðurin, sum liggur í kistuni, fer úr kapellinum kl. 16, sum andaktin yvir pápa verður kl. 17.
Portørurin sigur nú við konuna, at pápi hennara stendur í 6-tímarúminum.
- Men portørurin kemur aftur og sigur, at har er heldur eingin kista við pápanum. Men hon skuldi verið har, leggur hann aftrat.
Ísakaldur
Tá ið saman um kom, høvdu pørtørarnir slett ikki tikið líkið úr kuldarúminum. Seinni komu teir so við pápanum og settu hann ísakaldan inn í 6-tímastovuna.
- Hann var simpulthen so ísakaldur, sigur hon.
Dóttirin ringir nú til blómuhandilin hjá Trónd Hansen og biðir tey koma út á Landssjúkrahúsið at flyta børuprýði av lokinum hjá tí skeiva manninum á lokið hjá pápanum. Somuleiðis bera tey kransar og blómur upp í 6-tímarúmið, har pápin nú liggur.
- Pørtørurin segði, at hin maðurin fór úr kapellinum klokkan 16, men klokkan gongur, og tíðin nærkast. Eingin avvarðandi hjá hesum manni kemur í kapellið, og eg hugsi við mær, at neyðars maður, sum ongan góðan hevur.
Og dóttirin greiðir víðari frá:
- Tann, sum hevur dagligu leiðsluna í kapellinum, er nú komin, tí tíðin nærkast til andaktina hjá pápa. Hon veit at siga, at maðurin, sum liggur í kistuni, fer ikki úr kapellinum í dag, men seinnapartin í morgin. Hon fer tí eftir portørunum og fær teir at taka kistuna við manninum úr kapellinum, so pápi kann koyrast oman. Síðan fóru vit at bera allar kransarnar omanaftur í kapellið.
Dóttirin sigur, at portørarnir hildu uppá, at teir høvdu ikki ábyrgdina av hesum pínliga mistaki.
- Teir vóru eitt sindur fáligir, men vit fingu ikki so frægt sum eina umbering, sigur hon.
Uppafturgrivin
Sonur til gamla mannin, sum skuldi úr kapellinum hendan dagin, sigur, at tá ið hann kom í kapellið klokkan 16 ? ella ein tíma fyri andaktina - var mistakið framvegis ikki rættað, og kistan við skeiva manninum stóð framvegis inni á gólvinum.
- Tá ið eg kom á Landssjúkrahúsið, stóð kistan við pápa í 6-tímarúminum, og har sótu tey avvarðandi og bíðaðu. Eg haldi, at klokkan mundi vera 16.30, áðrenn hin maðurin fór úr kapellinum, og pápi kundi koyrast oman.
Sonurin sigur, at høvdu tey avvarðandi ikki biðið um at síggja pápan fyri andaktina, hevði lokið ligið á kistuni, tá ið tey komu í kapellið. Tá kundi maðurin, sum lá í kapellinum, verið grivin á Norðskála ístaðin fyri í Fuglafirði.
- Andaktin yvir mannin, sum lá í kapellinum, tá ið vit komu suður, skuldi ikki vera fyrr enn seinnapartin dagin eftir. Jarðarferðin hjá pápa skuldi nevniliga vera hendan dagin klokkan 14. Tí kundi tað lættliga hent, at skeivur maður varð jarðaður, áðrenn nakar fann út av, at Landssjúkrahúsið hevði framt hetta pínliga mistak.
Sonurin vísir á, at hevði hvørgin av familjunum valt at síggja líkini fyri andaktina, er sannlíkt, at líkið, sum skuldi jarðast í Fuglafirði, endaði á Norðskála og øvut.
- Og tá hevði hetta mistak ongantíð komið fyri ein dag aftur, sigur hann.
Hann leggur dent á, at høvdu tey havt jarðað annan mann enn pápan í kirkjugarðinum á Norðkskála, høvdu tey avvarðandi avgjørt kravt, at líkið varð grivið uppaftur, og at pápin fekk tað plássið, honum var tillutað.
- Tað er ófatiligt, at hetta kundi henda á Landssjúkrahúsinum, sigur sonurin.
22 ár vóru á muni millum teir báðar, sum skuldu berast úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum, ávikavist, 29. og 30. apríl.