Á løgreglustøðini eru tey farin at merkja, at tað er vorðið kaldari í veðrinum og er byrja at frysta um kvøldarnar. Í nátt hevur løgreglan nevniliga havt ymisk mál í samband við frost og kulda, harímillum ein mann, ið mátti flytast á sjúkrahúsið, aftaná hann datt á súkklu.
- Beint áðrenn klokkan ellivu í gjárkvøldið fingu vit boð um, at ein maður hevði fingið skaða í einum óhappi í Hoyvík. Hann var á súkklu, men hevði ikki varnast at tað var svartakálk á vegnum. Tí misti hann tamarhald á súkkluni og datt. Viðkomandi hevði fingið ein løst í høvdið og bleiv tískil fluttur á Landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Harumframt hevur løgreglan tríggir ferðir hjálp persónum heim, ið hava fingið ov nógv at drekka.
- Tað var kalt í nátt og hetta vóru fólk, ið ikki kláraði seg sjálvi. Tá vilja vit tryggja okkum, at tey ikki sovna úti, sigur vakthavandi.










