balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan [...] við at skilja, at her var talan um eittoyggjaland og eitt oyggjafólk, at tað var neyðugt við íløgum í eitt nú tunlar fyri at liva upp til krøvini, sum eitthvørt nútíðarsamfelag setir til trygdina og til [...] framburð. OG hvat við R. Mikkelsen og Benjaminsen! Vit minnast, hvussu tann eini rósti hinum í SVF-sendingini, at tað var nærum vamlisligt at síggja og hoyra. Hesir somu menn, sum tóku sær æruna fyri at hava
frá, at kanningin staðfestir, at Atli Dam og Jógvan Sundstein vistu í oktober 1992, hvussu ring støðan var í føroysku bankunum og at tørvur var 1 - 1,5 milliardum til bankarnar. Bæði Atli Dam og Jógvan [...] kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av. Tað hevur so mangan verið kastað heimastýrislógini fyri, at hon skal vera [...] ði, men vit mugu krevja av Javnaðarflokkinum, at Føroya fólk greit fær at vita, hvat henda »sjálvstýrislóg« er - ella at orð eiga at verða sett á hana. At loysa frá Danmark er einki endamál í sjálvum sær
greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal [...] eftir hvørjum øðrum - at ósemja og stríð valdar millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa misálit og vanvirðing millum [...] donsku embætismenn, politikarar og ávís fjølmiðlafólk, sum hava so avgjørdar meiningar um Føroyar og føroyingar - uttan nakrantíð at hava givið sær tíð og stundir til at sett seg inn í viðurskiftini í einum
hon fær nakran týdning, og hvønn týdning, hon fær, ber enn ikki til at siga. Heldur ikki ber til at siga, um hon fær nakrar avleiðingar. EITT er tó vist, og tað er, at bankamálið og búskaparskrædlið hava [...] hava broytt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. hetta fer allar helst at hava við sær, at Føroyar og Danmark eru noydd at samráðast um eina nýggja avtalu, ein nýggjan sáttmála millum ríkispartarnar. Men [...] føroyingum, og spurningurin er: ? klára føroyingar at semjast um eitt uppskot at leggja fyri danskar stjórnarmyndugleikar? SEINASTU vikurnar og dagarnar er nógv sagt sum um at føroyingar fáa viðhald og uppreisn
nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur og at vit í Árna Olafssyni fingu ein góðan og kompetentan leiðara [...] innbjóðing at vitja Bretland! Kann vera at løgmaður ikki heldur hetta vera nakra skilagóða og rímuliga samanbering. Tað er í hvussu er okkara meting, at løgmaður við at sýta fyri sjálvur at fara til Bretlands [...] Bretlands og við at ?nokta? tingmonnum at fara til Bretlands kvettir av týðandi møgleikar fyri lobbyarbeiði - fyri at kunna sannføra bretar um týdningin tað hevur fyri okkum, at undirgrundarmark og fiskimark
upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt, at hon hevði eina ávísa, kanska størri, skyldu mótvegis starvsfólkum og føroyska almenninginum. T.D. átti nevndin at havt boðað starvsfólkum og politisku [...] myndugleikunum frá, og kanska sent út eitt tíðindaskriv, enn at lata slíkt koma út sum tíðindi, av tí eitt tíðindafólk hevur fingið frænir av onkrum. Annars er alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja [...] fyrraárið, og onkuntíð havt tíð at svara fjølmiðlum, hevði støðan og umdømið hjá Framtaksgrunni og Fiskavirking kanska verið betri. Sum er, hevur samtakið lítla virðing millum manna og tað er spell, tí
Hóvastákið var nógv, og tað er langt síðani, at Føroyar hava verið so nógv umrøddar í donskum og norðurlendskum fjølmiðlum sum hesar seinastu dagarnar. EINKI er at ivast í, at ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen [...] aftur. Tað hevur jú verið nógv funnist at honum fyri ikki at hava verið í Føroyum í ringastu kreppuárunum. STØÐAN millum føroyska heimastýrið og Danmark hevur verið spent seinastu árini, og helst fer vitjanin [...] harranum at loysa nakað upp fyri hesum óhepnu viðurskiftunum. HARAFTURAT kann ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen bøta um samvinnuna millum danska og føroyska javnaðarflokkin. Tað er at vóna, at hesir bró
snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt nógv gott fyri Føroyar og at vit mugu taka fulla ábyrgd fyri egnum gerðum, men tygum skulu vita, at hevði virðingin og ikki minst vitanin og kunnleikin [...] vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt og danskt fara at standa við - og hvør veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum katalysatorurin [...] bera føroyingum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Við at tosa saman skulu viðurskiftini millum ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig. HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men
uppskot eru á borðinum. Fyri tað fyrsta er »loysing her og nú« frá tjóðveldisflokkinum. Tað hevur ongan meiriluta. Fyri tað næsta so er tað sambandsuppskotið um E.U.-limaskap. Tað hevur ongan meiriluta. Eftir [...] na og teirra andi við, eru burtur. Neyðugt er tí við einum nýggjum sáttmála við hetta nýggja hugsjónarfólkið í Keypmannahavn. SO merkiligt tað ljóðar, so er full semja í Føroyum um, at so má verða. Trý [...] tekur hædd fyri nútíð og framtíð. Hetta er uttan iva tað, ið ein meirluti av føroyska fólkinum vil. HETTA átti ikki minst at havt danskan áhuga, tí í dag er støðan so sjúklig, at sjálvt ríkistrúgvir føroyingar
sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann [...] føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær. TAÐ er ein misskiljing [...] EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar