Vitjanin bøtti helst um spentu støðuna

FORSÆTISRÁÐHARRIN er farin av landinum, og nú ber til at gera sær nakrar tankar um vitjan Poul Nyrup Rasmussens, hóast tað enn er nakað tíðliga at gera niðurstøður um vitjanina.

Hóvastákið var nógv, og tað er langt síðani, at Føroyar hava verið so nógv umrøddar í donskum og norðurlendskum fjølmiðlum sum hesar seinastu dagarnar.


EINKI er at ivast í, at ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen fær ein innanríkispolitiskan týdning, tí nú hevur forsætisráðharrin verið í Føroyum aftur. Tað hevur jú verið nógv funnist at honum fyri ikki at hava verið í Føroyum í ringastu kreppuárunum.


STØÐAN millum føroyska heimastýrið og Danmark hevur verið spent seinastu árini, og helst fer vitjanin hjá forsætisráðharranum at loysa nakað upp fyri hesum óhepnu viðurskiftunum.


HARAFTURAT kann ferðin hjá Poul Nyrup Rasmussen bøta um samvinnuna millum danska og føroyska javnaðarflokkin. Tað er at vóna, at hesir bróðurflokkarnir aftur koma á áralagið, tí úr hesi góðu og konstruktivu samvinnu er nógvur framburður í Føroyum sprottin.


SÍGGJA vit burtur frá hesum, so var vitjanin lítið annað enn ein »sjarmu-offensivur«, fyri at bøta umdømi forsætisráðharrans í Danmark og í Føroyum, hóast hann bedýraði, at hetta ikki var endamálið.


POUL Nyrup Rasmusen legði herðslu á, at ferðin hevði til endamáls at ýta av av nýggjum og vísa hvørjum øðrum sínámillum ábyrgd.


RÍKISFUNDURIN var høvuðsevni á skránni, men størsta týdningin fekk óivað fundurin við Javnaðarflokkin og fundurin við tinglimirnar. Um ríkisfundur er besti pallurin fyri at samvinna, seta vit spurnartekin við.


TAÐ er í lagi við einum sonevndum »toppfundi«, men skulu vit hava eina neyvari politiska samvinnu, so eigur eisini at verða forum við tinglimum, sum kundu hitst eina ferð ella tvær ferðir um árið. Tíðin við fólkatingslimunum er farin. Men síðsta orðið er ikki sagt. Næsti leikur er um eina viku, tá bankakanningin verður almannakunngjørd.