fremstur í nøkur ár. Í 1997 róði Martin við Kjøli hjá kollfirðingum. Tá búði hann í Søldarfirði. Hann heldur, at tað var bátasmiðurin, Sámal Hansen, sum hevði víst teimum í Kollafirði á seg. Í 1998 og í 1999 [...] stevnuni, lógu í miðjuni í fyrstu FM kappingini. Bátarnir, sum ikki høvdu tikið lut í tí stevnuni, høvdu sjálvandi ligið ytstir í fyrsta FM róðrinum. Hetta hevði sjálvandi økt um áhugan at vera við í hesi stevnuni [...] talt við. Í ár taldi stevnan í Runavík ikki við, meðan róðurin á varmakeldu, sum verður leygardagin, fer at telja við. Uppskotið um at FM, at FM róðrarnir í framtíðini skulu vera sjey og ikki seks, fer at
Vollanum úr Kalbak. Hann fer í skúla eftir summarfríðtíðina og nú gongur hann í skúlabólki á barnagarðinum Inni á Gøtu. Høgtíð er fyri framman og tað ávirkar eisini lívið í barnagørðunum kring landið. Inni [...] ikki tá man er í dykkaradrakt. Men Jesus behøvdist ikki dykkaradrakt. Hann var so stórur, at hann kundi ganga á vatninum sigur Stefan. - Í dag er Jesus luft. Hann kann sveiggja í trøunum og í gardinunum, [...] hann deyður og so fór hann ikki í grøvina og hann lá bara har deyður.. Tríggjar dagar aftaná bleiv hann risin uppaftur. Og tá hann vaknaði var hann í himmalinum. Tá sóu fólk hann, men nú síggi eg hann ikki
møguleika at vitja í onkrar handlar. Umborð aftur á sluppunum var skipað fyri grillkvøldið á dekkinum, og seinni nýttu fleiri høvi at fara ein túr í býin. Ongin vandi fyri at klænka Dagin eftir var hvítusunnudagur [...] rendu vit okkum í ein trupulleika tá 21 vildu sleppa við aftur í ár og Westward Ho bara tekur 16. Men tann trupulleikan loystu vit at fáa Jóhonnu við á túrin eisini, so vit vóru tvær sluppir í staðin fyri [...] mans doyðu, og í øllum hurlivasanum eydnaðist tað týska kavbátinum at sleppa út aftur úr havnini. Í hesi somu havn, Scapa Flow, var tað eisini, at allur tann hertikni týski herflotin í 1919 varð søktur
1975) hjá írska Seamus Heaney henda seinna týðingin stóð upprunaliga í Sosialinum í sambandi við vitjanina hjá Heaney í Føroyum í 2005. Petur Pálson Jensen hevur týtt Son of Satan (1984), á føroyskum [...] evnini, sum verða viðgjørd í søguni (happing, harðskapur, skuldarkensla, uppaling o.s.fr.), fara at gera hana til ein klassikara í føroysktundirvísingini í framhaldsdeildini og í miðnámsskúlunum. Føroyskur [...] Løðingin í yrkingunum er um at hvørva í ov nógvum orðum. Yrkingarnar hjá Rannvá Skeel Johannesen lata upp fyri einari átrúnaðarligari leitan, tær hava eina egna, sjaldsama rødd, men eru í støðum í so leysar
árið í fjør við tað í ár, slepst ikki undan at nevna, at í fjør høvdu teir fiskað helvtina av søluvirðinum, tá teir løgdu í grønlendskan sjógv. - Men í ár var munandi øðrvísi. Tá vit fóru hagar í mai mánaði [...] tveir mánaðir eftir, so kanska vit klára tað, sigur ein spentur skipari. Brestir hevur fiskað við Føroyar fyrr í ár, men vóru í summar og fiskaðu í grønlendskum sjógvi. Teir komu aftur haðani í farna mánaði [...] Thorman. Árið í fjør royndist sera væl hjá djúpvatnstrolaranum Brestir, sum nú er heimahoyrandi í Sørvági. Í fjør fiskaðu teir fyri 20,7 mió krónur, og vóna at teir koma næstan so langt í ár. - Vit hava
Niels Winther Olsen, sum bæði vóru úr Vestmanna. Eftir barnaskúlan í Vestmanna fór hon á studentaskúla í Hoydølum, har hon tók studentsprógv í 1973. Eftir studentaskúlan fekst Ingunn við mangt og hvat. Millum [...] og fór at verða heilt øðrvísi, enn vit vóru von við. Hýrurin var í botni, nívandi sorgin var við at gera um seg eftir skelkin, ið enn sat í kroppinum, og óttin fyri degnum og framtíðini legði sína køvandi [...] savnaðust næmingar og lærarar av sær sjálvum á skúlanum fyri at vera saman í hvøkkinum, skelkinum og í nívandi sorgini. Ingunn var fødd í Vestmanna 3. juni 1954, har hon vaks upp sum yngst av 5 systkjum, men
málpolitikki. Tað er ikki nóg mikið at fáa allar íbúgvarnar í Føroyum at nýta eitt gott mál. Málpolitikkurin má stremba eftir, ikki bert at halda fast í tí góða málinum og málburðinum, men allatíðina leggja [...] eru sett í verk. Eitt yvirlit, ið vísir ein dagførdan status, er í framløguskrivinum frá landstýriskvinnuni. Tó meti eg, at tað er gott, at tað eru so nógv tilmæli í álitinum, tí tey kunnu nýtast sum eitt [...] lærdóm í heiminum. Gransking úr øðrum londum vísir, at sosialt bakstøði og málførleiki, eru altavgerðandi fyri okkara lívsleið. Hvussu vit duga at samskifta í barnagarðinum, hvussu vit klára okkum í fólkaskúlanum
málpolitikki. Tað er ikki nóg mikið at fáa allar íbúgvarnar í Føroyum at nýta eitt gott mál. Málpolitikkurin má stremba eftir, ikki bert at halda fast í tí góða málinum og málburðinum, men allatíðina leggja [...] eru sett í verk. Eitt yvirlit, ið vísir ein dagførdan status, er í framløguskrivinum frá landstýriskvinnuni. Tó meti eg, at tað er gott, at tað eru so nógv tilmæli í álitinum, tí tey kunnu nýtast sum eitt [...] lærdóm í heiminum. Gransking úr øðrum londum vísir, at sosialt bakstøði og málførleiki, eru altavgerðandi fyri okkara lívsleið. Hvussu vit duga at samskifta í barnagarðinum, hvussu vit klára okkum í fólkaskúlanum
roynt at spæla fótbólt í útlandinum. - Eg spældi í Íslandi við Leiftur. Har gekk væl, og eg varð tvær ferðir valdur sum ársins leikari í felagnum, og einaferð var eg nummar tvey í kappingini um at gerast [...] fæst við mangt annað enn at spæla fótbólt. Hann er ítróttarvenjari í skúlanum í Runavík. Eisini er hann við í ætlanini at gera innaduravøll í Skálafirði. Umframt alt hetta, venur hann ungar málverjar kring [...] Martin Knudsen hevur í nógv ár verið ein av fremstu málverjunum. Tað er ikki so langt síðani, at hann gavst á landsliðnum, og hann spælir enn við NSÍ í bestu deildini. Hann var við í Landskrona hin tiltikna
m, fara at liva upp til orðini um at vinna Bretlandi virðing aftur í umheiminum, tá hesi helst taka við valdinum í Bretlandi eftir valið í dag. Hvat okkara egnu søk viðvíkur og okkara sjónarmiðum í hesi [...] væntast í bretskum politikki undir einari arbeiðarastjórn, sum vit vóna kemur til valdið eftir valið í dag! Fara vit at síggja ein nýggjan støðufastan framferðarhátt undir samráðingunum, sum í verki sýnir [...] skrivar Í dag skulu bretsku veljararnir gera av, um konservativi flokkurin skal stýra landinum í enn eitt fimm ára skeið - ella um Labour - arbeiðaraflokkurin - skal taka við eftir at hava verið út í kuldanum