Bergur Djurhuus Hansen
····
Nýggja tíðarritið eitur Vencil og ber undirheitið Tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum. Endamálið er við øðrum orðum ikki at hýsa ummælum og bókmentaligum viðgerðum, men upprunaligum føroyskum og til føroyskt umsettum skaldskapi - og tað verður gjørt við lít. Útgávan er eitt satt nýbrot og framúrskarandi í dygd. Ritstjórar eru Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó Dalsgarð, og lagt verður fyri við einari yrking hjá Oddfríði um sjálva útgávuna : Hvørja ferð lívmóðurin hveppist/spríkir sveittin, lættur sum angi. Annars er innihaldið umleið helvt um helvt týðingar av útlendskum skaldskapi til føroyskt og nýggjar yrkingar, stuttsøgur og ritroyndir frá føroyskum høvundum og yrkjarum.
Týðingar
Fleiri av týðingunum eru í sær sjálvum stórhendingar í føroyskum bókmentum. Gunnar Hoydal hevur meistarliga týtt heimskendu yrkingina Howl (1956) hjá amerikanska beatyrkjaranum Allan Ginsberg. Yrkingin var eina tíð í seksti- og sjeytiárunum eitt slag av lummabíbliu hjá øllum uppreistrarhugaðum í USA. I longum, tætt samandrignum lýsingum verða tey heimleysu, tey sinnissjúku og rúsaðu gjørd til sannleiksvitni og hevjaði upp til einglar. Føroyska heitið á yrkingini er Ýl, og tað hevur eydnast Gunnari Hoydal at varðveita svingandi rútmina og ágangandi myndamálið hjá Ginsberg. Upprunaliga varð yrkingin lisin upp, m.a. í San Fransisco, við jazztónleiki undir, og tað fer eisini at bera væl til við føroysku týðingini.
Hanus Kamban hevur týtt modernistiska klassikaran hjá Franz Kafka Vor dem Gesetz (1915), á føroyskum Framman fyri lógini. Hetta er stutta, gátuføra søgan um mannin, sum vil hava atgongd til lógina, men ikki rættiliga hættar sær kortini. Søgan er ein av mest lisnu og mest viðgjørdu tekstunum úr farnu øld. Kendastu viðgerðirnar eru kanska tær hjá m.ø. Camus, sum las søguna eksistentialistisk, t.v.s sum eina søgu um at tora at taka við egnum lívi, og so tulkingin hjá Derrida, sum í søguni sá eina greiða útlegging av tí veruleika, at einki býr aftanfyri tær samtyktir, vit menniskju gera. Avbjóðingin í einari týðing av søguni er at taka hædd fyri tí opinleika og teimum mongu tulkingarmøguleikum, sum upprunaligi týski teksturin ber í sær, og tað hevur eydnast Hanusi Kamban framúr væl. Týðingin endurgevur kongenialt upprunatekstin, og bæði orðaval og setningsbygnaður ligga so tætt at tí týska, sum til ber.
Umleið miðskeiðis í tíðarritinum stendur ein røð av yrkingum hjá finsk-svensku Edith Södergran í týðing eftir Ebbu Hentze. Einstakar av hesum hava verið á prenti fyrr (Brá nr. 17/1991 ), men eru nú broyttar nakað. Sum øll vita, eru yrkingar sjáldan lættar at týða. Ein av trupulleikunum við Edith Södergran er tað heilt serliga myndamálið, ið glíður frá lívi til deyða, frá tryggleika til ótta, frá romantikki til modernismu o.s.fr. Vøkru og klóku týðingarnar hjá Ebbu Hentzu prógva, at hon er ein av bestu týðarum, vit eiga, t.d. hetta stutta brotið úr yrkingini Heystins seinasta blóma (Höstens sista blomma, 1916) :
tað er so lætt at vera síðstur at doyggja :
eg havi sæð havið so ævintýrkent blátt
eg havi hoyrt deyða summarsins hjarta sláa.
Aðrar týðingar eru eisini, t.d. hjá Aleksanduri Kristiansen, vert er m.a. at nevna frálíku týðing hansara av yrkingini hjá New-England skaldinum Robert Creeley Tey óreiðuligu postboðini (The Dishonest Mailmen, 1962), og eisini Mýridrotning (Bog Queen, 1975) hjá írska Seamus Heaney henda seinna týðingin stóð upprunaliga í Sosialinum í sambandi við vitjanina hjá Heaney í Føroyum í 2005. Petur Pálson Jensen hevur týtt Son of Satan (1984), á føroyskum Sonur Sátans, hjá amerikanska Charles Bukowski. Týðingin er sum heild væleydnað, ráa orðavalið hjá Bukowski er hegnisliga væl endurgivið á føroyskum, og tað er lítil ivi um, at evnini, sum verða viðgjørd í søguni (happing, harðskapur, skuldarkensla, uppaling o.s.fr.), fara at gera hana til ein klassikara í føroysktundirvísingini í framhaldsdeildini og í miðnámsskúlunum.
Føroyskur skaldskapur
Føroysku upprunatekstirnir eru eitt sindur ójavnari í dygd enn týðingarnar, men eru allir áhugaverdir. Talan er um yrkingar hjá Heðini M. Klein um at yrkja og fóta sær í lívsins mongu avbjóðingum, sonettir hjá Carl Johan Jensen, stílvísar yrkingar hjá Tóroddi Poulsen og Hanusi Kamban, og yrkingar hjá yngri, meiri óroyndum yrkjarum sum Bárða Persson og debutantinum Rannvá Skeel Johannesen. Yrkingarnar hjá Bárða Persson rúma góð hugskot, sum tó helst høvdu egnað seg betur til stuttsøgur enn yrkingar. Løðingin í yrkingunum er um at hvørva í ov nógvum orðum. Yrkingarnar hjá Rannvá Skeel Johannesen lata upp fyri einari átrúnaðarligari leitan, tær hava eina egna, sjaldsama rødd, men eru í støðum í so leysar og hava onkursvegna ov greiðar niðurstøður alt ov tíðliga. Sum debutantur er Rannvá Skeel Johannesen tó áhugaverd. Sólrun Michelsen hevur skrivað eina søgu um sálarligan ófrið og samleikaiva, søgan er skrivað í tátíð, og tað gevur trupulleikar við sjálvari frásøgukonstruktiónini, men annars er talan um góða søgu. Sámal Kristian Jacobsen hevur skrivað søguna Bókabøðil, eisini við denti á duldu megirnar í menniskjanum.
Ritstjórarnir báðir eru umboðaðir við hvør sínari søgu, Arnbjørn Ó. Dalsgarð við einari um alkoholismu, So hon starir inn í veggin, ein náðileyst realistisk søga, har tulkingin má taka støði í reaktiónunum hjá barni alkoholikarans. Frásøgutekniskt er søgan góð, men annars minnir hon kanska ov nógv um aðrar tílíkar søgur. Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað eina raffineraða stuttsøgu um sambandið millum skaldskap og veruleika millum tað, sum verður hugsað, og so tað, sum bara er. Søgan hevur heitið Aldurdómurin viskar seg sjálvan burtur og er eisini ein viðmerking til bókmentaliga kjakið í Føroyum.
Ritroyndir
Tvær ritroyndir eru, ein hjá Oddvør Johansen, sum tó var betur óskrivað. Her áttu ritstjórarnir kanska at havt verið strangari, tí Oddvør Johansen hevur skrivað mangt, sum er munandi betri enn smáprátandi, høvuðleysa ferðafrásøgnin Við eygum so stórum sum tekoppar.
Hvørki er hinvegin heitið á ironiskari og provokerandi ritroynd hjá Carl Johan Jensen um føroyingar, sum látast og halda seg vilja alt, men í veruleikanum ikki vilja nakað sum helst, bert dvølja í einari ørligt-religiøsari hvørki-tilveru av óvitan, við ongum sannleikum og ongum lygnum.
Hvat umboðar Vencil?
Fyrsta útgávan av Vencil boðar frá sera góðum, hugskotið er gott og tykist gjøgnumhugsað. Ein fyrimynd er kanska danska tíðarritið Bananasplit. Tidsskrift for multinational litteratur. Men eitt føroyskt tíðarrit, sum leggur seg eftir at prenta skaldskap, kann gera størri mun enn tílík tíðarrit aðrastaðni, tí bókmentaliga umhvørvið í Føroyum er fáment, og góðar týðingar mangla í ólukkumát. Ì hesari útgávuni umboða týðingarnar mest klassiskar modernistiskar tekstir. Kanska av tilvild, men helst sigur tað eisini nakað um, hvat ritstjórarnir hava lagt dent á. Umboðar Vencil eina ávísa bókmentaliga stevnu ? Ein oddagrein, ið stutt greiddi frá innihaldi og endamáli, kundi svarað tílíkum spurningum. Men alt tað besta Vencil !