Kappróður
Eitt uppskot liggur hjá Róðrarsambandinum um, at kappróðurin á eystanstevnuni og kappróðurin á varmakeldustevnu skulu telja við í FM kappingini á hvørjum ári. Nógvu tey seinastu árini hevur tað verið soleiðis, at annaðhvørt ár hevur stevnan á Skálafjørðinum talt við, og annaðhvørt ár hevur stevnan í Fuglafirði talt við. Í ár taldi stevnan í Runavík ikki við, meðan róðurin á varmakeldu, sum verður leygardagin, fer at telja við. Uppskotið um at FM, at FM róðrarnir í framtíðini skulu vera sjey og ikki seks, fer at verða viðgjørt í heyst.
Martin Venned hevur nógvar royndir í kappróðri. Tey seinatsu árini er hann vorðin kendur fyri, at tað var hann, sum var rógvandi venjari ? um tað ber til at siga tað soleiðis ? umborð á Eysturoyinginum, sum vann allar róðrarnar í 1998 og í 1999. Og nú hevur hann sama leiklut umborð á Nevinum Reyða í Klaksvík, umframt at hann hevur lagt venjingina til rættis hjá øllum hinum manningunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Martin Venned vónar, at kappróðrarfeløgini fara at taka undir við uppskotinum um, at Runavík og Fuglafjørður skulu telja við á hvørjum ári, og stendur tað til hansara, so skal tað arbeiðast við, at uppaftur fleiri róðrar skulu telja við enn tær seks stevnurnar, sum higartil hava gjørt tað og so ein afturat:
? Í kappróðri hava líkindini nógv at siga. Hvussu líkindini eru, er sjálvandi fyrst og fremst treytað av, hvussu veðrið er. Tað kunnu vit einki gera við. Men umstøðurnar annars hava eisini nógv at siga, og tað er í tí sambandinum, at eg haldi, at tað er spell, at tað ikki verður róð kapp á hvørjum ári í nøkrum av bestu økjunum.
Hvat hugsar tú um?
? Fyri tað fyrsta er tað burturvið, at Skálaf-jørðurin, sum ivaleyst er besta róðrarøkið í landinum, ikki telur við á hvørjum ári. Tað er eisini gott, at Fuglafjørður kemur afturat hvørja ferð. Kollafjørður er góður at rógva á, og tað hevði verið upplagt, at tað var FM kappróður á Kollafirði á hvørjum ári.
Men tað er ein skipan, har stevnurnar skifta ímillum bygdirnar í Sundalagnum?
? Tað ber væl til, at tann skipanin heldur fram, og at tað harumframt er FM róður á Kollafirði. Eg haldi ikki, at tað til allar tíðir nýtist at vera ein óbroytiligur veruleiki, at kappróðurin bara hoyrir saman við summarstevnunum, sum tað sjálvsagt er eitt stórt arbeiði hjá fyrireikarunum at fáa í lag.
Lítil úrtøka
Martin Venned vísir á, at nú er tað vanligt, at kappróðrarfólkið stutt eftir ársskiftið fer undir fyrireikingarnar til nýggja róðrarárið, og hann heldur, at tað er alt ov lítið bara at kappast í seks FM kappingum:
? Um vit sammeta við t. d. fótbóltin, so fara teir undir sínar fyrireikingar umleið somu tíð, sum vit róðrarfólk fara undir okkara fyrireikingar. Viðhvørt hoyra vit, at tað verður alt ov nógv hjá kappróðrinum at kappast næstan hvørt vikuskifti. Men í fótbóltinum kappast tey átjan vikuskifti í landskappingini, og harafturat spæla teir nógvar dystir í steypakappingini. Eg dugi ikki at síggja tann stóra munin.
Styrkja norðoyarstevnuróðurin
Martin Venned heldur, at tað átti at verið arbeitt við, at umstøðurnar at rógva kapp á norðoyarstevnu vóru tær somu, sum tær eru á hinum stevnunum:
? Eg haldi ? og eg rokni við, at kappróðrarfólk yvirhøvur eru samd við mær í tí ? at tað er spell, at bátarnir ikki eru plaseraðir soleiðis á norðoyarstevnu, sum teir eru á hinum stevnunum. Um vit skulu sleppa undan lutakastinum á norðoyarstevnu og í staðin fáa bátarnar at liggja soleiðis, at teir stinnastu liggja í miðjuni, so eigur ein ella onnur undankapping at vera, soleiðis at bátarnir kvalifisera seg til plássini á norðoyarstevnu.
Hvussu skuldi tað gingið fyri seg?
? Bæði á Skála og á Strondum eru bygdarstevnur stutt undan norðoyarstevnuni. Manningarnar leggja stóran týdning í hesar stevnurnar, tí tær eru síðsta royndin undan norðoyarstevnuni. Onnur stevnan kundi gott verið ein FM róður, og tað hevði kanska verið eitt uppskot, at hin stevnan varð brúkt sum kvalifisering til fyrstu FM stevnuna. Tað vil siga, at teir bátarnir, sum vóru fremstir á tí stevnuni, lógu í miðjuni í fyrstu FM kappingini. Bátarnir, sum ikki høvdu tikið lut í tí stevnuni, høvdu sjálvandi ligið ytstir í fyrsta FM róðrinum. Hetta hevði sjálvandi økt um áhugan at vera við í hesi stevnuni.
Nú ert tú rættuliga bitin av kappróðrinum. Hevur tú ikki hugsað um, at ein vandi í at spenna bogan so høgt, sum tú ert inni á, hevði verið, at tað hevði tikið luftina úr nógvum, sum rógva og teimum, sum skipa fyri?
? Tað haldi eg ikki. Umstøðurnar eru so ógvuliga nógv broyttar í Føroyum, síðani kappróðurin varð skipaður í tí líki, sum vit kenna hann. Tað er nógv minni enn ein hálv øld síðani, og FM kappingin, sum vit kenna hana, hevur bara verið galdandi síðani 1973. Samferðslumynstrið er sera nógv betrað. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at hvørt felag fyri seg skuldi skipa fyri ferðingini til og frá kappróðrinum. Nú er samferðslan so mikið góð, at vit síðsta leygardag kundu fara úr Klaksvík, og vit vóru aftur á vánni fyri midnátt. Bátarnar høvdu vit í bilum, so tað var ómakaleyst, tá sammett verður við, hvussu tað áður hevur verið.
? Fyrireikingarnar til og avgreiðslan av kappróðrunum eru nógv betrað tey seinastu árini. Eg rokni avgjørt við, at tey flestu, sum hava við kappróður at gera, eru samd við mær, og eg vóni, at framburðurin, sum hevur verið tey seinastu árini, í næstu framtíð fer at síggjast aftur í fleiri kappingum.
Uppíí í fjórðings øld
Tað er ein kappróðrarmaður við heilt nógvum royndum, sum vit hava tosað við. Martin Venned sigur okkum, at hann var bara níggju ára gamal, tá hann fyrstu ferð stýrdi Fípuni Føgru, og tað er ein fjórðings øld síðani:
? Eg gekk altíð í neystinum, tá teir vandu. Beiggi mín, sum eisini rør við Nevinum Reyða og sum er og stívliga tvey ár eldri enn eg, stýrdi hjá teimum. Men hann plágaðist av høvuðpínu, tá hann stýrdi og skuldi rópa, og so bóðu teir meg. Foreldrini góvu loyvi til tað, tá ein av rógvarunum segði, at hann skuldi taka ábyrgdina, og síðani havi eg næstan á hvørjum ári verið við. Nøkur ár setti eg svimjingina og oyggjaleikirnar framum, men nú hevur kappróðurin aftur verið fremstur í nøkur ár.
Í 1997 róði Martin við Kjøli hjá kollfirðingum. Tá búði hann í Søldarfirði. Hann heldur, at tað var bátasmiðurin, Sámal Hansen, sum hevði víst teimum í Kollafirði á seg. Í 1998 og í 1999 var hann við nýggja Eysturoyingi, sum vann allar róðrarnar. Í fyrraárið flutti hann til Klaksvíkar, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur hilnast væl í kappróðrinum har norðuri.
Vit hava tosað við Martin Venned, sum er ein av mongum sera nærlagdum og ídnum kappróðrarfólkum. Kanska fara vit í komandi bløðum at frætta meiri um hesi viðurskiftini.