Ein heilaskjálvti førdi til topphúgvuna

Jens Martin Knudsen er kanska okkara fremsti málverji gjøgnum tíðirnar. Hann er vorðin heimskendur fyri sína topphúgvu. Jens Martin greiður í samrøðu frá upprunanum til topphúgvuna, væl eydnað fótbóltsupplivilsir og mistar møguleikar

39 ára gamli Jens Martin Knudsen hevur í nógv ár verið ein av fremstu málverjunum. Tað er ikki so langt síðani, at hann gavst á landsliðnum, og hann spælir enn við NSÍ í bestu deildini.
Hann var við í Landskrona hin tiltikna dagin, tá ið Føroyar vunnu móti Eysturríki. Har spældi hann ein branddyst, og síðani hevur hann verið heimskendur fyri sína topphúgvu.
Tað eru mangir útlendingar, sum kenna ”málverjan við topphúgvuni”.
Tað var tó rættiliga tilvildarligt, at Jens Martin endaði millum stengurnar.
- Eg havi altíð verið málverji. Eg minnist, at eg ofta spældi í Klaksvík, tá ið eg ferðaðist har, tí at tað var ikki nakar skipaður fótbóltur í Runavík. Eg kendi ikki so nógv til fótbólt, og tí varð eg settur í málið, og har havi eg verið síðani, sigur Jens Martin.

Topphúgvan orsakað av heilaskjálvta
Heimskenda topphúgvan hevur í mong ár sitið á høvdinum hjá Jens Martini til dystir. Sosialurin spyr hann, hvussu topphúgvan kom uppí spælið.
- Húgvan er frámerkið hjá mær, sigur Jens Martin og flennir.
- Eg spældi sum 14 ára gamal og fekk ein heilaskjálvta. Eg fekk forboð fyri at spæla frá læknanum, men eg var ungur, og eg legði ikki so nógv í forboðið.
- Læknin segði, at eg kundi spæla við hjálmi, men tað var ikki loyvt. Tí smekkaði eg húgvuna uppá fyri at gera læknan og mammuna nøgd, sigur Jens Martin við einum smíli.
Jens Martin valdi tó at lata húgvuna vera eftir í skuffuni, tað eina tíðarskeiðið. Hann vildi kanna, um húgvan møguliga forðaði honum í at koma longri sum fótbóltsleikari.
- Tað var gjørt so nógv fjas burturúr húgvuni. Eg helt kanska, at tað skaddi meg eitt sindur sum fótbóltsleikari, at húgvan fekk so stórt ansni.
- Tí vildi eg vita, um húgvan var ein forðing fyri at koma víðari á yrkisleiðini.

Skeiv avgerð
Nú heldur Jens Martin tó, at tað var ein skeiv avgerð, hann gjørdi, tá ið hann ”droppaði” húgvuna.
- Tað var ein býtt avgerð. Húgvan var mítt brand, og eg hevði kunnað livað við fordómum frá ávísum fólki, sigur Jens Martin.
Jens Martin fór sum ungur niður á fótbóltsskúla, har ið hann spældi í Frederikshavn. Hann kom tó upp aftur í 1988, tá ið elsti sonurin varð føddur.
- Tað gekk væl niðri. Eg kom so heim, tá ið sonurin varð føddur. Kanska bíðaði eg ov leingi við at fara niður aftur. Eg hevði helst havt møguleikan at fingið sáttmála við okkurt lið, um vit høvdu flutt niður tá beinan vegin, sigur Jens Martin, sum tó hevur roynt at spæla fótbólt í útlandinum.
- Eg spældi í Íslandi við Leiftur. Har gekk væl, og eg varð tvær ferðir valdur sum ársins leikari í felagnum, og einaferð var eg nummar tvey í kappingini um at gerast ársins leikari í øllum Íslandi, sigur Jens Martin.
- Eg havi eisini roynt meg í Skotlandi hjá Ayr United. Har gekk væl, men eg fekk ein diskosprolaps, og tað setti meg aftur. Eg hevði kunnað komið uppá toppin í Skotlandi, um skaðin ikki forðaði mær, sigur Jens Martin.

Ætlar ikki at gevast enn
Jens Martin er ein partur av hópinum hjá NSÍ aftur í ár, og hann hevur enn ikki nakrar ætlanir um at gevast.
- Eg spæli so leingi, sum eg havi hug, og eg eri førur. Eg havi enn øgiliga góðan hug til at spæla. Vit hava eisini gjørt nakrar likamligar royndir, og eg havi heilt góð tøl at vísa á, sigur Jens Martin, sum tó ásannar, at tað er ikki eins lætt, sum tá ið hann var ungur.
- Eg havi konu og børn, og um tey ikki vóru so tolin, so hevði tað ongantíð borið til. Eg skal eisini venja eyka nú fyri at kunna fylgja við hinum, sigur hann, sum eisini fæst við mangt annað enn at spæla fótbólt.
Hann er ítróttarvenjari í skúlanum í Runavík. Eisini er hann við í ætlanini at gera innaduravøll í Skálafirði. Umframt alt hetta, venur hann ungar málverjar kring alt landið. Jens Martin heldur eisini, at venjarayrkið er ein gongd leið, tá ið hann verður liðugur sum virkin fótbóltsleikari.
- Eg havi tikið neyðugu skeiðini í Føroyum, og eg kundi heilt vist hugsað mær at verið venjari. Tað kann tað sama vera næsta ár sum okkurt annað ár, sigur hann.

Nógvir góðir ungir málverjar
Jens Martin venur málverjar kring alt landið, og hann sær sera nógvar evnaríkar malverjar kring landið. Tað eru nógvir útlendskir málverjar í Føroyum. Tó heldur Jens Martin ikki, at teir eru betri enn teir føroysku.
- Tendensurin við útlendskum málverjum er kendur eisini í londunum rundan um okkum. Vit halda, at fremandir málverjar eru betri, hóast veruleikin ofta ikki er so. Eg haldi, at støðið á málverjum í Føroyum er nógv hægri, enn støðið á útileikarum, sigur Jens Martin.
- Tað eru fleiri ungir evnaríkir málverjar, sum vit skulu halda eyga við. Eg vil ikki nevna nøkur nøvn, men málverjarnir hjá U-19 og U-21 landsliðnum eru ótrúliga góðir. Framtíðin við føroyskum málverjum sær góð út, sigur Jens Martin Knudsen at enda.




Jens Martin um skúlan
Mær dámdi ótrúliga væl at ganga í skúla. Eg havi nógv góð minnir frá skúlatíðini.

Jens Martin um hondbólt
- Eg havi spælt hondbólt. Eg gjørdi eisini fimleik, og í veruleikanum dámdi mær nógv betri hondbólt og fimleik enn fótbólt, og eg fekk tilboð frá Kolding at koma at spæla hondbólt við teimum. Hondbóltssambandið datt tó niðurfyri í 1989, og tá vóru ikki so nógvar avbjóðingar. Samstundis hendi nógv innan fótbóltin, og soleiðis valdi tótbólturin valdi seg sjálvan.

Jens Martin um Jákup Mikkelsen
- Vit báðir hava fylgst allan vegin. Hann var við fyrsta dystin í 1988, men bleiv síðani burtur úr myndini. Eg haldi, at hann fór at spæla úti. Hann kom við aftur, tá ið hann fór niður og spældi við Herfølge. Vit hava havt ein dyst til strikuna alla tíðina um at standa millum stengurnar. Vit eru góður vinnmenn, men tosaðu ikki saman beint eftir, at valið var tikið

Jens Martin um trúgv
- Eg eri uppvaksin við, at trúgv er ein persónligur heimur. Tað rákið er broytt nú, og vit síggja meira um Bíbliur og annað. Eg havi meira virðing fyri Bíbliuni enn einum vanligum vikublaði. Eg vil siga, at eg eri moderatur trúgvandi. Tá ið alt kemur til alt, so er tað ein støða millum teg og Gud.

Fakta
Føddur 11.06.67
Giftur við Maibritt
Eiga 4 børn saman
Spældi fyrstu ferð á besta liðið í 1983 sum 16 ára gamal