Mikukvøldið 29. juni stóðu knappliga 30 mans í Álakeri og gleddu seg sum smábørn. Allir vóru teir umborð á slupppini Westward Ho, og klárir at mynstra.
Klokkan átta fór sluppin av Havnini við kós ímóti Vági, har helvtin av manningini fór Jóhonnu, sum kom aftrat. Síðani settu sluppirnar báðar beina kós ímóti Kirkwall í Orknoyggjunum.
Hans Pauli Larsen av Oyrarbakka hevur verið við árliga túrinum seks ferðir, og hann gleðir seg líka nógv hvørjaferð hann skal avstað: - Hvør túrur eg havi verið á er nakað heilt serligt, og tað ber ikki til at taka dagar ímillum, hvør túrur nú hevur verið tann besti. Men í ár var tað nakað heilt serligt, við tað at bæði Jóhanna og Westwward Ho fóru, sigur Hans Pauli.
Westward Ho hevur gjørt Orknoyggjatúrin í nógv ár, men hetta var fyrsta ferðin, at Jóhanna var við. Men sambært Hans Paula, so varð túrurin bara uppaftur betri av tí sama. - At síggja eina slupp á víðopum havi, tað er ein fantastisk sjón. Og tann møguleikan at síggja eina aðra slupp hevur tú ikki, tá tað bara er ein á túrinum. Eisini samanblandingin av norðoyingum og suðuroyingum riggaði einastandi, greiðir Hans Pauli Larsen frá.
Per Skov hevur skipað fyri slupptúrinum í fleiri ár nú, og hann greiðir frá, at tað var ongin trupulleiki at mannar sluppirnar. - Seinast vit fóru túrin máttu vit brúka Jóhonnu, tí Westward Ho var løgd. Men Jóhanna tekur fleiri mans enn Westward Ho, og tí rendu vit okkum í ein trupulleika tá 21 vildu sleppa við aftur í ár og Westward Ho bara tekur 16. Men tann trupulleikan loystu vit at fáa Jóhonnu við á túrin eisini, so vit vóru tvær sluppir í staðin fyri ein.
Ferðin gekk skjótt, lotið var fríkst og seglini munaðu væl. 20 tímar brúktu tey um at koma niður millum oyggjarnar, men so var tað, at Jóhanna fekk motorskaða og mátt hjálpast inn. Men á miðdegi fríggjadag lógu teir við bryggju i Kirkwall. Fleiri umboð fyri lokalu fjølmiðlarnar stóðu fyri teimum, tá teir komu, men henda dagin byrjaðu teir flestu við at fáa sær eitt hart tiltrongt brúsubað á einum sonevndum Sailor Club, har teir vóru sera væl móttiknir.
Whiskey, kapell og sokkin herskip
Leygardagin skuldu Orknoyggjarnar upplivast. Bussur varð leigaður og vitjað var á eini Whiskey fyritøku, Highland Park, og á tí sonevnda Italian Chapel, sum er bygt av italskum krígsfangum.
Síðani gekk leiðin til Scapa Flow, sum er ein náttúruhavn, ið varð nógv brúkt í ófriðartíð. Serliga minnast nógv ta einu hendingina, tá ein týskur kavbátur slapp inn um girðingina í havnina og torpederaði eitt risa stórt skip. Skipið, sum æt Royal Oak, sakk og 833 mans doyðu, og í øllum hurlivasanum eydnaðist tað týska kavbátinum at sleppa út aftur úr havnini.
Í hesi somu havn, Scapa Flow, var tað eisini, at allur tann hertikni týski herflotin í 1919 varð søktur. Ein ørgrynna at risa stórum skipum liggja nú á botninum har, og í dag er hetta eitt ferðafólkmál í Orknoyggjunum, har siglt verður út á støðini har skipini liggja, og so verður verður hugt niður á skipini við sjókaga.
Komin á land aftur gekk leiðin á museum, og áðrenn teir fóru umborð aftur fingu teir eisini møguleika at vitja í onkrar handlar. Umborð aftur á sluppunum var skipað fyri grillkvøldið á dekkinum, og seinni nýttu fleiri høvi at fara ein túr í býin.
Ongin vandi fyri at klænka
Dagin eftir var hvítusunnudagur. Hvalbiarprestur taldist millum manningina, og varð skipað fyri andaktsløtu umborð, áðrenn sluppirnar báðar aftur løgdu til havs við kós ímóti Føroyum. - Andaktsløtan, sum Ólavur Rasmussen skipaði fyri var ómetaliga hátíðarlig, sigur Per Skov, og vísir á, at hava andakt umborð á túrinum áður, men tað er nakað sum teir eru ómetaliga glaðir fyri.
Tey, sum hava sæð skránna fyr túrin hava uttan iva lagt til merkis, at tað eisini verður gjørt nógv burtur úr matinum. Og Per Skov dylir ikki fyri, at maturin verður raðfestur høgt á túrinum. - Eg eri sjálvur kokkur á túrinum og standi fyri innkeypinum. Og eg havi alla tíðina lagt meg eftir at gera góðan mat, so har er ongin vandi fyri at nakar klænkar á túrinum, heldur Per Skov skemtandi fyri.
Eftir morgunmat og andakt gekk leiðin heim til Føroyar. Túrurin gekk væl og Jóhanna legði at í Vági, har var manningin eisini umskipað, soleiðis at teir sum skuldu norð eftir sluppu norð við Westward Ho. Klokkan átta annan hvítusunnudag legði Westward Ho at í Havn. Teir 38 á túrinum vóru troyttir, men sera glaðir fyri túrin - allir sum ein. Og sambært Per og Hans Paula, so stendur meginparturin av somu manning klárir at mynstra á hvítusunnu komandi ár, tí sluppferðin til Orknoyggjarnar er nakað heilt serligt.










