nógvan háva úr sær sjálvum. Lítillátin og stillførur var hann, tó at tú skjótt sást, at hann visti, hvat hann vildi og dugdi tað, hann gjørdi. Í Miðlahúsinum hava vit havt tætt samband við Petur seinastu [...] Voxbotn í Vágsbotni í Havn. Hann var eisini við til at keypa bilasøluna Wenzel um árskiftið seinasta, saman við tveimum øðrum. Á Mallaroca hevði hann sítt annað heim. Har hevði hann hús, og har vitjaði hann [...] Djurhuus skrivar um Petur, at hann altíð segði, at »summi doyggja ung, men liva til tey eru gomul. Eg livi hvønn dag, sum var tað tann seinasti«. – Hetta var títt motto, tú vildi tað so, og soleiðis var tín
taka tøk, skúli, heim og samfelag, og tað treytar, at øll kenna ábyrgd. – At lærarar verða kunnaðir um happing, er líka so umráðandi sum at teir duga fyrstuhjálp. Heim og skúli var við til at heita á land [...] sambandi við, at stóra happingarkanningin er gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum, 5., 7. og 9. flokki. 94 prosent av hesum árgangunum taka lut í kanningini. Hon sigur við Skúlablaðið, at taað er ógvuliga [...] tað hava verið nóg nógv ítøkilig átøk. At man hevur valt at skifta hugsanina um, hvussu mann sær happing út við eina aðra og breiðari, kemur í kjalarvørrinum av, at tey tiltøkini, sum eru fyriskipað, ikki
hending. Norðmenn koma við snelluni Hetta árið var norðmaðurin Dagfin Giske í Føroyingahavnini við einum nýggjum aluminiumsbáti, sum var 32 fót. Hann var útgjørdur við norskari snellu. Hon royndist óføra [...] Onkur fekk eina snellu heim við, og tá bátarnir byrjaðu útróðurin í 1956, vóru fleiri, sum vildi hava snellu. Miðvingurin Harry Birtilíð skrivaði heim úr Føroyingahavnini, at útróðrarbátarnir har fyri [...] sína tíð at fáa útróðurin hjá føroyingum at rigga í Føroyingahavnini. Tey stóru árini miðskeiðis í fimtiárunum, vóru so nógvir trupulleikar og eisini illstøða, at summir menn skjótt ikki løgdu í at fara yviraftur
? Eg haldi tað vera løgið, at loyvið verður givið at byggja eigaraíbúðir í tveimum hæddum so kloss upp at okkara eittplanshúsum. Tey koma at síggja beint niður í okkara stovu, og vit koma ikki at síggja [...] raðhús, sigur Marian. Eg havi tosað við eigarafelagið her uppi, og eg havi skilt á lagnum, at ein klaga verður borin oman á býráðið í næstum. Tað er fyri neyðini, tí eg haldi ikki, at teir skulu sleppa óátalaðir [...] Tað fer at myrkja ótrúliga nógv um inni hjá okkum, sigur Marian á Borg, sum í næstum fer at fáa nýggjar grannar tætt uttanfyri stovuvindeygað. Hon undrast á, at teirra hús ikki fingu loyvi at hava eina
sjúkur og doyði, tí eg visti, at Guðbjørg var har, og at hon hevði skil á øllum. Hon var sera nærløgd í sínum arbeiði, og alt varð væl og virðiliga avgreitt til tíðina, sum skuldi koma frá hennara hond. [...] hana hevði eg ikki hættað mær undir uppgávuna. Men Guðbjørg var ikki bara nærløgd, hon hevði eisini eina væl menta rættvísiskenslu, og var ikki bangin fyri at gera vart við seg, tá ið hon helt, at onkur var [...] kundi tala hvassliga at, um onkur royndi at vinna sær órímiligar sersømdir. Guðbjørg nýtti nógva fríðtíð at arbeiða fyri Havnar Svimjifelag, og har legði hon stórt arbeiði eftir seg. Hon var altíð av heilum
flóta so sum hon eigur at gera. Ella so vil kroppurin møguligani dansa, so sum eg ynskti at eg skuldi gera, tá ið eg var sjey ára gomul. Spurningurin er so, um tað veruliga er neyðugt at fara á skeið, [...] óansæð hvussu lítið eg tordi at røra meg, var eg villigur at taka risiko ella tordi og uppdagaði eg nøkur nýggj evnir hjá mær sjálvum, sum eg ikki ánaði vóru til? Tordi eg læta ljóð koma úr mær? Hattar er [...] tiltakið sum hon ætlar at fara undir. Og her fortelur hon um sína bakgrund. Tey seinastu 11 árini havi eg búð í Igge-s miðskeiðis í Svøríki. Eri nú komin heim aftur til Føroyar at búgva. Tí vil eg finna mær
skilt, tá ið hann sigur, at eg sum umboðsnevndarformaður skal hava verið ímóti at broyta SEV. Sum umboðsnevndarformaður var eg við til at fáa allar viðtøkurnar broyttar í mars 2004 – einmælt samtyktar av [...] sigur fer at broyta SEV. – Á fundi í umboðsnevndini tann 27. apríl 2007 hoyrdi eg ongan lim taka undir við hesum, og tí fekk hann hetta aftur í høvdið. Ert tú so bláoygdur, at tú heldur, at tú fert at fáa [...] eru? Ella hvat við upprunaliga innskotspeninginum, har t. d. Havnin als ikki vildi vera við í byrjanini? Tá ið eg tók við í 1993 sum umboðsnevndarformaður var SEV so nógv skuldarbundið, at talan var um eina
stríð eydnaðist honum at koma í samband við uppfinnaran av torvpressuni. Men her var ikki nógv at heinta. Pressan kundi bert taka eina torvu í senn. Eftir at hon var pressað, skuldi hon framvegis turkast [...] endamálið við hesi ferðini tyktist at hava vera at útvega setepli. Hetta royndi hann eisini í Skotlandi, men nøgdirnar hann vildi hava, vóru ov smáar til, at tað loysti seg at senda skip við teimum. Tann [...] var, at eitt skip, sum kom til Føroyar við farmi, ikki kundi taka farm við sær heim aftur. Hesum forðaði einahandilin fyri. Men nú fekk hann bílagt 350 tunnur av seteplum. Pløyen royndi eisini at bøta
høvdu ilt við at góðtaka, at vit hava sýtt teimum fasilitetirnar. Tey gjørdust ikki sørt firtin, tá tey sóu, at eg ikki vildi taka ímóti. Brandur Sandoy sigur, at tey ætlaðu sær at banda samrøðuna við hann [...] svar sum áður - at tey ikki eru vælkomin at brúka fasilitetirnar hjá okkum. Tað, sum tey høvdu við sær, vórðu tey biðin um at taka við sær aftur, tá tey fóru. Brandur Sandoy sigur, at nú ferðafólkatíðin [...] Sandoy, váttar, at Sea Shepherd-fólk hava verið á gátt hjá kommununi. Hann vísir á, at tey vórðu biðin um at taka tað við sær aftur, sum tey komu á gátt við. Brandur sigur tó ikki beinleiðis, at talan var um
Eftir at fleiri hava vent sær til mín, sum ikki skiltu hvat eg meinti við, at Øssur Winthereig var »løddur« politiskt, kenni eg meg noyddan at útdýpa tann pástandin. Besti máti at gera tað, er at samanlíkna [...] tveir mánaðar eftir at gølan var avdúkað. At Nixon sjálvur skuldi vera við í valdystinum. Og at partamenn Nixons alment høvdu lagt teir báðar undir at arbeiða við eittans endamáli, at sverta Nixon. Og vit [...] ikki havt byrjað mítt skriv við at finnast at øðrum viðurskiftum við sendingunum, so sum stoppuri og øðrum. Tað hevur ørkymlað fleiri og forða teimum at sæð hvat eg meinti við.