Leivur Hansen og SEV

Hans Tausen Olsen, fyrrv. umboðsnevndarformaður í SEV

 

Eftir viðtøkunum verður tað ongantíð býráðsformaðurin í Havn (Leivur Hansen), sum skal taka avgerð um at broyta SEV! Eigararnir av SEV (kommunurnar) hava valt eina umboðsnevnd, sum til eina og hvørja tíð tekur avgerðirnar, men hetta sær ikki út til at Leivur Hansen enn hevur skilt, tá ið hann sigur, at eg sum umboðsnevndarformaður skal hava verið ímóti at broyta SEV.

Sum umboðsnevndarformaður var eg við til at fáa allar viðtøkurnar broyttar í mars 2004 – einmælt samtyktar av umboðsnevndini og góðtiknar av landsstýrinum. Allar mannagongdir vóru eftir bókini! Heilar tríggjar ferðir varð uppskotið úti til hoyringar hjá røttu viðkomandi og nágreiniliga framlagdar á økisfundum av løgfrøðingi. Hesar lógir vil Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV - saman við hansara alliansa - tíverri ikki seta í verk. Hetta er trupulleikin í SEV!

SEV skuldi eftir hesar viðtøkubroytingar beinanvegin tillagast, so felagsskapurin gjørdist virkin sambært nútíðini:

SEV skal gerast ein gjøgnumskygdur felagsskapur

Fíggjarætlanin skuldi gerast gjøgnumskygd og skuldi kunna samanberast við roknskapin. T.v.s., at síggjast kann, hvussu peningurin, sum verður kravdur frá fólki, verður brúktur.

Stovna innaneftirlit (sikkerhedskvalitetsstyringssystem) sambært tilmæli frá Dansk Energi og krøvunum í Stærkstrømsbekendtgørelsen, sum eisini eru galdandi fyri Føroyar.

a)Fíggjarstjóri setast

b) Franleiðslustjóri setast

c) Stjóri fyri býtisvirkini setast

Hesir skuldu hvør á sínum øki hava evstu ábyrgd yvir fyri stýrinum.

Deild við framtíðarperspektivi sum endamáli skuldi setast

Harafturat skuldi setast ein trygdarleiðari sambært altjóða reglum, sum hevði beinleiðis tilvísing til stýrið (eigaran). Hetta hevði merkt, at hesin tyrgdarleiðari var óheftur av stjórunum í SEV. – Hetta er galdandi alla aðrataðni í Vesturheiminum!

Seta ferð á framtíðar orkuútbyggingar sum lógu á láni.

Fáa skil á starvsviðurskiftum stjórans. (Stjórin hevði sum kunnugt havt so nógv onnur størv seinastu árini, at hann lítið og onki visti um sín egna stovn)

Fáa skil á fíggjarliga óskilið í Sewave o. ø. óskili viðv. útreiðslum til uttanlandsferðir o. a.

Fremja ein starvsfólkapolitikk, sum samsvarar við nútíðina, har ein starvsfólkaleiðari fekk ábyrgdina. (M. a. so lønarviðurskiftini hjá medarbeiðarum í SEV kundu samanberast við útbúgving og førleika)

 

Øllum hesum framburði hevur Leivur Hansen - og hansara alliansa - við sínum atburði - forðað fyri!

 

Nú hevur Leivur Hansen lagt fram eitt meira ella minni loyniligt uppskot um viðtøkubroytingar, sum hann sigur fer at broyta SEV. – Á fundi í umboðsnevndini tann 27. apríl 2007 hoyrdi eg ongan lim taka undir við hesum, og tí fekk hann hetta aftur í høvdið.

Ert tú so bláoygdur, at tú heldur, at tú fert at fáa umboðsnevndina at góðkenna hetta uppskot til partafelagsform, sum bert ber í sær, at tey fólkaríku økini stýra SEV?

Eru viðtøkurnar frá 2004 ikki nóg góðar, um tær bara vóru settar í verk? Ella hví bara tosa um fólkagrundarlag? Hví ikki tosa um nýtslugrundarlagið, har framleiðslurnar úti í økjunum kring Føroyar eru? Ella hvat við upprunaliga innskotspeninginum, har t. d. Havnin als ikki vildi vera við í byrjanini?

Tá ið eg tók við í 1993 sum umboðsnevndarformaður var SEV so nógv skuldarbundið, at talan var um eina skuld uppá útvið 800 mió. krónur og eini árligari rentubyrðu omanfyri 70 mió. krónur. Harafturat var SEV niðurbundið av einum sáttmála við Højgaard&Schultz, sum viðførdi, at teir til eina og hvørja tíð høvdu einarætt at gera útbyggingar upp á rokning – eina støðu, teir so sanniliga gjørdu sær dælt av. Fíggjareftirlitið var enntá á fundi við undirritaða sum umboðsnevndarformann. Teir kravdu, at gongdin mátti vendast, um SEV ikki skuldi koma undir fíggjarligt eftirlit eins og kommunurnar.

Tíbetur eydnaðist at fáa skuldina niðurgoldna og sostatt venda gongdini.

Veruleikin var fyrst í 1990-unum, at tey stóru framleiðsluvirkini – serliga í Eysturoynni - vóru í svárari neyð orsakað av vánaligari streymføring. Hóast stóra mótstøðu frá leiðsluni í SEV, so eydnaðist at fáa gjørt nakað munagott við hetta. – Serliga vil eg takka fyri góða undirtøku frá fyrrv. umboðsnevndum!

Hóast stórar íløgur og umvælingar eru gjørdar í mínari tíð sum umboðsnevndarformaður, so eydnaðist at fáa skuldarbyrðuna nærum burtur og samstundis nærum halvera prísin pr. kwt.

Nú verður tosað um at seta prísin upp og leggja alt vald til nakrar fáar persónar. – Ella møguliga selja SEV fyri 1,5 til 2 milliardir kr, sum ávísir borgstjórar hava rópt upp um - og skriva rokningina út - enn einaferð út til fólkið – ella el-nýtaran.

Nei, vónandi fer umboðsnevndin ongantíð at góðkenna ætlanina hjá Leivi Hansen og hansara alliansu! Eg vil staðiliga mæla Leivi Hansen og hansara ódemokratisku alliansu til at leggja frá sær, áðrenn tit fullkomuliga forkoma SEV, sum hevur so stóran týdning fyri Føroyar og føroyingar – uttan mun til, hvar teir búgva í oyggjunum.

Eg skal ikki skriva meira á hesum sinni, men eg havi nógv tilfar liggjandi, sum prógvar, at SEV er meira enn ein senil og ódemokratisk organisatión!

29. mai 2007