Syrgiligt at tað framvegis er so nógv happing

– Eg eri fegin um kanningina, men at tað framvegis eru so nógv, sum verða happað, er ógvuliga syrgiligt, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla

– Eg eri fegin um kanningina, men at tað framvegis eru so nógv, sum verða happað, er ógvuliga syrgiligt, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla

 

Forkvinnan í Heimi og skúla er við í fylgibólkinum, sum er settur í sambandi við, at stóra happingarkanningin er gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum, 5., 7. og 9. flokki. 94 prosent av hesum árgangunum taka lut í kanningini.

 

Hon sigur við Skúlablaðið, at taað er ógvuliga spell, at tað fer so stór happing fram í skúlunum, ikki minst tá ið hugsað verður um, at tað hevur verið so nógv fokus á happing.

 

– Allir partar siga, at tað hevur verið tosað nógv um happing; spurningurin er, um tað hava verið nóg nógv ítøkilig átøk. At man hevur valt at skifta hugsanina um, hvussu mann sær happing út við eina aðra og breiðari, kemur í kjalarvørrinum av, at tey tiltøkini, sum eru fyriskipað, ikki hava verið nóg góð og nóg munadygg. Tað er ein bati í hesari kanningini samanborið við ta fyrru, og nógv børn siga, at tey hava verið happað, men verða ikki happað longur. Um tað er orsakað av átøkunum ella av øðrum viðurskiftum, er ilt at siga. Skiftið frá at hugsa, at happing er einstakligatengd til at vera tengd at felagsskapinum, dámar mær væl, og tað hóskar eisini væl til rákið í samfelagnum. Happing er nógv samansettari enn vit áður hava gjørt okkum far um; tað vísir kanningin eisini, tá ið spurt verður nærri inn til, hvussu, hví, hvar, hvør og so framvegis. Eg eri fegin um kanningina, men at tað framvegis eru so nógv, sum verða happað, er ógvuliga syrgiligt.

 

Mentamálaráðið, sum hevur høvuðsábyrgdina, eigur at seta seg væl inn í kanningina og ikki leypa av stað í óðum verkum, sigur Annika Sølvará við Skúlablaðið.

 

– Tað, sum eigur at verða gjørt í kjalarvørrinum á kanningini, eigur at verða væl gjøgnumhugsað. Happing er ein trupulleiki, tøl frá happing í øðrum londum líkjast okkara, men vit eiga at spyrja okkum sjálv, hvat vit kunnu gera her.

 

– Ein fyrimunur hjá okkum er kanska, at vit eru eitt lítið samfelag; vit kunnu lættligari hugsa alt landið og felags átøk; tað er lætt at koma út í hvønn krók, til dømis við kunning til øll í senn. Seta vit inn samstundis alla staðni, so kunnu vit vænta, at tað ger størri mun. Tað at børn framvegis ikki siga frá, tá ið tey eru fyri happing, mugu vit arbeiða við; tað ber ikki til, at tey ikki føla seg at kunna ella tora siga frá. Tað skal vera í lagi at siga frá. Mær dámar væl tað, sum verður sagt í frágreiðingini, at happingin er ein glóð, sum liggur latent; antin verður hon tendrað ella køvd ella hon verður hildin niðri. Hetta er ein týdningarmikil boðskapur, at vit halda glóðini so veika sum gjørligt, so hon ikki fær luft, og eldur kemur í.

 

Skal happing basast, skulu øll taka tøk, skúli, heim og samfelag, og tað treytar, at øll kenna ábyrgd.

 

– At lærarar verða kunnaðir um happing, er líka so umráðandi sum at teir duga fyrstuhjálp. Heim og skúli var við til at heita á landsstýrismannin um at fáa happingarkanningina gjørda. Eins og Lærarafelagið kann gera sítt, so kann okkara felag heita á skúlastýrini kring landið um at seta happing á dagsskrá, til dømis á fyrstkomandi felags foreldrafundinum eftir summarfrítíðina, sigur hon við Skúlablaðið.