Frígerandi dansiskeið

Er veruliga neyðugt at fara á skeið fyri at læra at røra seg? Nei, tað klára flestu okkara at gera. Men ta røra okkum heilt og fult og fáa atgongd til okkara maximalu lívsmegi ? tað mugu vit ofta læra okkum umaftur.

Tá vit vóru børn, kundu vit. Men so byrjaði lívsins harði skúli. Vit møttu pínu og ótta, vit blivu smæðin, ill og frustreraði. Vit rørdu okkum ikki, fyri at vit ikki skuldu hoyrast, ikki sýnast og ikki vísa ella kenna okkara kenslur. Soleiðis byggja vit okkara verjugarðar. Gerast stív í nakka og herðum, bíta saman tenn, láturin, dansurin, sangurin og tað lætta leikandi barnalyndið følnar og tagnar.

Frígerandi dansur er ein mjúkur, men máttmikil háttur at loysa upp tað, sum er stívnað og følnað. Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin og grátin, vekir andan í okkum økir skapanargleðina. Hetta kann gerast eitt upplivilsi, sum lekir og styrkir okkum í grundini.

Á skeiðinum arbeiða vit við at røra tað, ið krppurin vil. Vit lurta og læra av hvørjum øðrum, eftir serligum tónleiki.

Kvinnur og menn í øllum aldri møtast 10 ferðir, eingir forkunnleikar eru neyðugir.

Í mesta lagi 12 luttakarar.

Mánakvøld bólkur 1 frá kl. 19.30-21.10.

Leygardag bólkur 2 frá kl. 16.30-18.10.

Stað: Sankta Frans skúli »gamla kirkjan« Varðagøta 10.

Kostnaður: 500 krónur.

Tilmelding: á telefon 322070 frá mánadegnum 9. oktober 2000.

Dansileiðari: Lise Larsen.

Soleiðis lýsir Lis um nýggja tiltakið sum hon ætlar at fara undir.

Og her fortelur hon um sína bakgrund.

Tey seinastu 11 árini havi eg búð í Igge-s miðskeiðis í Svøríki.

Eri nú komin heim aftur til Føroyar at búgva.

Tí vil eg finna mær arbeiði ella skapa mær arbeiði.

Eg eri útbúgvin andings-pedagogur á Waxthuset í Svøríki.

Hevði egna fyritøku og arbeiddi millum annað við frígerandi anding og dansi.

Og við ráðgeving og viðgerð av fólki við ymiskum rúsevnistrupulleikum og teirra næstrafólki.

Var tað nakað ið eg sá við hesum fólkum, sum komu til frígerandi dans, so vóru tey stív, afturhaldandi, samstundis sum tey vóru forvitin at vita hvat frígerandi dansur var fyri nakað.

Frígerandi dansur er ein mjúkur, men máttmikil háttur at loysa upp tað, sum er stívnað og følnað.

Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin og sorgina ? vekir andan í okkum og økir skapanargleðina í okkum.

Fríger stóra mongd av orku og gleði. Tú kanst gerast sprelskur ? inspireraður.

Fært betur lívskvalitet.

Tú gloymir gerandismál í tí løtuni.

Koblar burtur alt, hvat í tankar eita.

Tað er persónlig menning, læran um at kennast við seg sjálvan, kenna sín kropp.

Tú fært kontakt við tíni følilsir og lærir at greiða frá hvussu tú hevur tað ? um ikki annað í tínum rørslum, at byrja við.

Í frígerandi dansi rørir tú kroppin akkurát sum tú vilt ? í egna skjótleika, egna tempo ? uppá okkara egna máta.

Uttan at órógva onnur, sum eru til taðar. Tú finnir styrkina ella veikleikan í tær sjálvum.

Tað er bæði gaman og álvara í frígerandi dansi. Tú ert ikki komin í dansikapping. Ímynda tær ikki at onnur forvænta sær at tú skalt danso so ella so.

Ein og hvør sum er við ? dansar akkurát sum hugurin er ? tú hevur bert teg sjálvan at líta á ? tú fært motión og gerst heilsusterkur ? stressrelateraði problem gerast minni og vit fáa tað betur fysiskt.

Tað er ein góður máti at kommunikera uppá ? sjálvt um vit ikki tosa við hvønn annan undir tíðini vit dansa!

Oftani mangla vit spontanitet í okkara lívið ? tora ikki at stuttleika okkum.

Í frígerandi dansi kanst tú stuttleika tær uttan at fáa skuldarkenslur. Fært tú skuldarkenslur, so dansar tú burtur tínar skuldarkenslur.

Men koma tað ljóð úr okkum, so gera vit tað, lata tað koma, uttan at skammast.

Fólk, sum komu til frígerandi dans, vóru oftani bangin fyri at blíva dømd, bangin fyri at miseydnast.

Tordu ikki at finna styrkina í sær sjálvum.

Vit menniskju samanlíkna okkum oftani við onnur og halda ikki at vit duga líka væl sum Per og Pól, bangin fyri at onnur skulu flenna eftir okkum.

Men sum oftast eru tað vit sjálvi sum forða okkum sjálvum.

Eg byrji oftani við upphiting, brúki tónleik frá ymiskum londum, tónleik frá upprunafólkasløgum.

Trummir frá Afrika, Australien, Polynesien, samba-tónleik, eisini modernaðan tónleik. Føroyskan tónleik s.s. fótatrakk ella líknandi.

Kroppurin sigur frá um eg vil dansa í gleðisrørslu ella um eg vil dansa meg ígjøgnum eina ella aðra pínu, eg stríðist við.

Blokeringar sum koma av eini ella aðrari hending ella var tvungin at seta bann fyri. Tá gerast vit stív í nakkanum og herðum ? vit lótu ikki energiina flóta so sum hon eigur at gera.

Ella so vil kroppurin møguligani dansa, so sum eg ynskti at eg skuldi gera, tá ið eg var sjey ára gomul.

Spurningurin er so, um tað veruliga er neyðugt at fara á skeið, fyri at læra at røra seg?

Nei, tað klára flest okkara at gera. Men at røra okkum heilt og fult og fáa atgongd til okkara maximalu lívsmegi ? tað mugu vit oftani læra okkum umaftur. Frígerandi dansur hjálpir okkum at frígera energi ? energi sum vit sjálvi hava hildið aftur, tonk uppá roykjarar, teir halda nógvan energi aftur, hattar var eymt sagt.

Tá vit vóru børn, tá høvdu vit energi, men so møttu vit lívsins harða skúla. Vit møttu pínu og ótta ? vit blivu smæðin, ill og frustreraði. Vit rørdu okkum ikki, kanska fyri at vit ikki skuldu hoyrast, ikki sýnast og ikki vísa ella kenna okkara kenslur.

Soleiðis bygdu vit okkara verjugarðar. Gerast stív í nakka og herðum, bíta saman tenn, láturin, dansurin, sangurin og tað lætta leikandi barnalyndið følnar og tagnar. Frígerandi dansur vekir lív í kroppin, fær fram láturin, veknir andan í okkum og økir skapanargleðina.

Vit slappa av og draga eftir anding, so vit fáa meiri sýrir, vekja meiri lív í okkum.

Vit noyðast ikki at føla okkum øðrvísi. Vit verða saman við øðrum í bólka-aktivitetum, lurta og læra av hvørjum øðrum eftir serligum harðum tónleiki.

Frígerandi dansur varar í ein tíma út í eitt, fyri at halda á og fáa meir energi.

Eftir tað tosa vit saman, hvussu tað var, óansæð hvussu lítið eg tordi at røra meg, var eg villigur at taka risiko ella tordi og uppdagaði eg nøkur nýggj evnir hjá mær sjálvum, sum eg ikki ánaði vóru til?

Tordi eg læta ljóð koma úr mær?

Hattar er fyri bæði kvinnur og menn í øllum aldri.

Eg havi lært fleiri fólk at kenna sum ongantíð fyrr tordu at røra seg, sum eru farin víðari á fleiri onnur dansiskeið, so sum enskan dans, latínsk dansiskeið og kunnu fara út og stuttleika sær í dag, sum ongantíð áður.

Tað vóru arbeiðspláss, sum sendu teirra fólk á frígerandi dansiskeið, eftir sum tey sóu uppá tað sum heilsurøkjandi.

Og eg fór eisini út til arbeiðspláss og hevði frígerandi dans við teimum.

Og inn á ymiskar stovnar, skúlar og inn á Gävle anstalten og hevði frígerandi dansiskeið við teir, sum sótu inni.

Tað var ferð eftir ferð, at maður mín bleiv so bilin, at eg kundi fá aymisk fólk til at dansa. Nógv eru so treisk og kundu ongantíð hugsa sær, at farið upp og dansa, so tá tey hava gjørt tað nakrar ferðir, so er tað so lívsgevandi at tey fara víðari og læra seg bæði eitt og annað, alt frá dansiskeiðum til at spæla uppá trummir ella onnur instrument.

Tað er áhugavert at arbeiða við sovorðnum fólki, sum vilja persónliga menning, vilja fáa fatur í lívskraft og stuttleika sær ábyrgdarfult.