Guðbjørg Hammershaimb Christiansen farin

Tað vóru dáttlig boð ið bórust í farnu viku. Guðbjørg var deyð 67 ára gomul. Minnini reika. Vit komu at starvast á sama stað í 38 ár. Á Læraraskúlanum og partvís eisini á Venjingarskúlanum á Frælsinum, Guðbjørg á skrivstovuni, eg fyrst sum lærari á Venjingarskúlanum og Lærarskúlanum og seinni sum rektari.

Tað vóru dáttlig boð ið bórust í farnu viku. Guðbjørg var deyð 67 ára gomul. Minnini reika. Vit komu at starvast á sama stað í 38 ár. Á Læraraskúlanum og partvís eisini  á Venjingarskúlanum á Frælsinum, Guðbjørg á skrivstovuni, eg fyrst sum lærari á Venjingarskúlanum og Lærarskúlanum og seinni sum rektari.

Guðbjørg var nýsett í skrivarastarvið, tá ið Læraraskúlin flutti út á Frælsið, og nýstovnaði Venjingarskúlin byrjaði undir somu lon.

Nú eru teir báðir skúlarnir farnir í søguna, og í farnu viku fórt Guðbjørg sama veg. Hevði unt henni nógv góð ár aftrat, men deyðin er náðileysur.

Eg kom at starvast meira saman við Guðbjørg í mínum arbeiðslívi, enn saman við nøkrum øðrum.

Tað kendist trygt at taka rektarastarvið á meg, tá ið undangongumaðurin, Andrias Højgaard, gjørdist sjúkur og doyði, tí eg visti, at Guðbjørg var har, og at hon hevði skil á øllum. Hon var sera nærløgd í sínum arbeiði, og alt varð væl og virðiliga avgreitt til tíðina, sum skuldi koma frá hennara hond. Uttan hana hevði eg ikki hættað mær undir uppgávuna. 

Men Guðbjørg var ikki bara nærløgd, hon hevði eisini eina væl menta rættvísiskenslu, og var ikki bangin fyri at gera vart við seg, tá ið hon helt, at onkur var fyri órætti, og kundi tala hvassliga at, um onkur royndi at vinna sær órímiligar sersømdir.

Guðbjørg nýtti nógva fríðtíð at arbeiða fyri Havnar Svimjifelag, og har legði hon stórt arbeiði eftir seg.

Hon var altíð av heilum hugað við í tí felagslívi sum var millum starvsfólkini á skúlanum.

Guðbjørg var á lívsleiðini fyri bakkøstum sum merktu lív hennara. Helt seg stundum fyri seg sjálva. Leitaði ikki so ofta onnur upp, men var altíð fegin um at síggja sínar vinir.

Hjartað bankaði fyri dóttrini og øllum hennara, sum búðu niðri. Seinastu tíðina umhugsaði hon sjálv at flyta niður fyri at vera í nánd av teimum, sum hon var so góð við, og sum vóru so góð við hana.  

Men nú er hon farin.

Saknurin er stórur hjá tykkum, sum stóðu henni allar næst, hjá systkjunnum og góðu vinunum.

Eg syrgi saman við tykkum og minnist góðar løtur, men eg minnist eisini við takksemi tær ferðirnar, tá ið skúlin var í andgletti, og tú stóðst stinn og vardi borg.

Hvíl í friði, góða Guðbjørg. Takk fyri samstarvið og stuðulin tey nógvu árini vit starvaðust saman.

 

Pauli Nielsen