seg at hava nóg sterkan rygg at fáa í lag eina politiska loysn á hesum øki. Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hinvegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa skipað viðurskifti - har tað eru vit [...] eisini uppvaksandi ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt skipað, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, ið skal gera av, um vit framhaldandi skulu verða í ríkisfelagsskapinum Javnaðarflokkurin [...] viðgerðini á tingi vísti tað seg, at meiriluti var fyri at seta slíka nevnd. Men løgmaður kroysti Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin at fella uppskotið - annars skrivaði hann út val. Fyri at varðveita samgonguna
framman, men her fer javnaðarflokkurin at finna skilagóðar loysnir - loysnir sum tæna tí einstaka og fjøldini. Vit fara ikki at byggja okkara politikk á einstaklinga loysnir. Flokkurin fer altíð at velja tær [...] hesi øldini. Tað er hesin politikkurin, sum hevur skapt tey bestu og mest framkomnu vælferðarsamfeløgini í øllum heiminum. NÚ 20. ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna [...] kommunismuna og høgravendar borgarligar flokkar av ymiskum slag. Felags fyri kommunismuna og teir borgarligu er, at teir als ikki megnaðu at skapa vælferðarsamfeløg, sum tryggjaðu borgarunum góð og mansømilig
hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið. EINKI er at ivast í, at hetta er rætta leiðin at ganga, og tað er at fegnast um, at ymiskir skúlar ymsa staðni kring landið kunnu megna at draga eina línu [...] OFTANI verður sagt, at tað góða og positiva, sum fer fram í einum samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan [...] føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit fyri tað fyrsta sleppa undan at senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa
prinsippinum er rætt at lata vinnulívið klára seg, so slepst ikki burtur, at tað hevur verið tradión at stuðla. Tað er líkasum, at stuðulin er partur einum og hvørjum vinnutiltaki. Verður kappað á stokkinum [...] rentuna og mangt annað. NÓGVIR spurningar vórðu reistir og eisini fleiri svar givin. Men tað góða við slíkari sending er, at tað her varð ruddað slóð fyri einum uppfylgjandi orðaskifti - har til ber at koma [...] í dag, er tann, at tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir ikki beinleiðis, men tað er klárt, at hetta stendur eftir
o.a. at ganga undan ella eigur hetta at verða latið heilt og fult upp til fría initiativið - til vinnuna! EFTIR okkara tykki átti tað ikki at verið antin ella men bæði og. Okkara myndugleikar tað verið [...] átti at verið tikið upp. Tí tað kann ikki vera rætt, at fyri tað fyrsta lata vit føroyingar vera við at fiska sera dýran fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi og harnæst lata vit aðrar sleppa at fiska [...] nóg nógva vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur tí at verða: hvør myndugleiki í Føroyum ella hvør instansur
vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í øðrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gloymir, at tað eru politkkararnir og ikki embætismenninir, ið hava ábyrgdina [...] til her at leggja fram øll argument í so máta. Hetta duga øll at skilja og síggja - eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstrika, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan [...] onnur skip eru gomul og óhóskandi. Hetta mál líkist eitt sindur málinum um at byggja upp í landssjúkrahúsið. Tað krevur, at allar góðar politiskar kreftir samstarva fyri at fáa eitt gott úrslit.
tíðarinnar tørv. Tað ger tað ikki í dag vegna skerjingum og sparingum og manglandi nýjáttanum. TAÐ fer at undra okkum um ikki allir tingmenn fara at taka undir við at byggja út LS stig fyri stig, við [...] TAÐ at duga at lurta og taka ting til eftirtektar er ikki øllum beskorið. Oftani hava vit so fastlæstar meiningar, at dialogurin tænir ongum endamáli. Tað eru so eisini tey, sum onga meining hava um nakað [...] nakað og sum eru vingliskøltar - gera bara tað, ið onnur vilja hava tey at gera og hugsa. Hesi eyðkenni kunnu eisini brúkast um politikarar. Aktuella sjúkrahúsmálið er dømi um, at politikari dugir at lurta
endamáls at tryggja okkum og okkara eftirkomarum, at jarðføst fornminni fáa frið (tað er hetta, sum liggur í orðinum friðing!), at tey eru undir eftirlit av sakkunnleikanum, les Fornminnisavninum (tað er tað [...] skyldu, sum er at umsita eitt málsøki eftir lógarinnar bókstavi og ikki minst hennara anda. Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at lata skil, vit og sakkunnleika ráða. Tað er eingin skomm [...] eitthvørt mál, har talan er um at bjarga fornminni undan týning. At fara at kanna, um Kirkjubømúrurin er eitt fornminni er, sum longu sagt av øðrum, ein absurditet. Tað svarar til, at sjógarpurin Sámal Petur
ilt við at draga í land aftur, er teirra høvuðspína. At teir eru klintraðir ov høgt upp í træið og nú hava ilt við at koma niður aftur og fóta sær er teirra trupulleiki og ikki okkara. Og hví skulu føroyingar [...] eitt nú at slaka! Eru føroyingar als ikki komnir við nøkrum útspæli men føra eina kontanta og avgjørda linju, so er greitt, at bretska sendinevndin hevur ilt við at fara til sítt bakland og fáa tað at slaka [...] er tað so, at allir hesir instansir føra eina og somu linju í spurninginum? Tað hevur ljóðað, at okkurt misljóð hevur verið millum støðutakan løgmans og so hana hjá øllum hinum! Onkur vil siga, at føroysk
fyri okkum. MEN hvussu ber tað so til, at vit ?gloyma? at hyggja kring okkum sjálvi! Hvussu ber tað til, at aðrir skulu koma úr fjarskotnum londum til Føroya og siga okkum, at her er fiskur, ið vit annars [...] tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag man vera at fáa um okkara leiðir. Meira enn prát er tað so ikki vorðið. Nú sær tað ikki mætari út enn, at fremmandir gestir úr Japan [...] hinumegin knøttin, skulu geva práti og tosi okkara bæði kjøt og blóð. LØGIÐ at hugsa sær, at vit føroyingar skulu leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar