hevur staðið á Skálafjørðinum í vetur, og at tað framvegis loysir seg at royna við nót. Mesta sildin hevur verið at fingið uttarliga á Skálafjørðinum, millum Oyrarnar á Toftum og Málingavirkið á Strondum, [...] eisini fingið sild bæði innari og ytri á fjørðinum. Sildin er misjøvn, nú tað líður út, men hon er yvirhøvur góð. Hendan dagin, vit tosaðu við ein av manningini á Bakkafossi, søgdu teir, at sildin, teir [...] dag fáa vit 80 oyru fyri kg. av sild, samstundis sum sama sild úr Noregi verður seld til agns í Føroyum fyri 8 kr. fyri kg. Maðurin, vit hava tosað við, sigur, at á týsku marknaðunum í eitt nú Bremerhaven
sigur Remy á Kamarinum. Hann sigur, at advokatur hansara nú er á málinum, og at tey fara at royna at fáa tað í rættin fyri at verja síni rættindi. – So nú veit eg ikki míni livandi ráð, sigur Remy á Kamarinum [...] roynt at fingið okkum út, men vit hava ein sáttmála, sum er galdandi til 2029. Vit hava leigað her síðani 2019, og vit vilja ikki víkja frá sáttmálanum uttan víðari, sigur Remy á Kamarinum. Hann sigur, at [...] at verða tveittur á dyr og ikki sleppa inn eftir sínum ognarlutum. – Tað er ein orsøk til, at tú hevur ein langan sáttmála. Vit hava gjørt íløgur, sum eru gjørdar í mun til tað, at vit kundu vera í hølunum
teir eru betri, enn plássið á stigatalvuni sigur. Við javnleikinum kom NSÍ upp á annaðplássið, við sama stigatali sum Víkingur, men betri málúrtøku. – Vit jagstrað silvurmerkini, tí sum kappingin nú sær [...] – Tað er altíð keðiligt at missa tvey stig, tí vit áttu at hildið leiðsluna, tá vit longu í fyrra hálvleiki komu framum 2-0, staðfesti venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, sum sostatt slapp at smakka sítt [...] sær út, er tað bara tað, sum er niðan fyri HB, ið eftir er at kappast um. Og vit ætla okkum at enda so frammarlaga sum gjørligt, segði Pauli Poulsen.
bara soleiðis, at vit hava mest at gera, tá øll hini hava frí. Ikki minst nú um summarið. Hava tit nógv at gera? - Ja, vit hava ovmikið at gera. Men tíbetur er tað ikki verri enn so, at vit framvegis hava [...] ómak, soleiðis at tað ikki gongur út yvir góðskuna á matinum. Hvør etur hjá tykkum? - Her eru sjálvandi føroyingar, men sanniliga eisini nógv ferðafólk. Vit liggja jú soleiðis fyri, at øll, sum koma við buss [...] buss er skipi, savnast beint niðanfyri hjá okkum á Farstøðini. Og nógv av teimum koma eisini framvið hjá okkum til ein bita.
munin millum at virka á einum meginøki við øllum teimum hentleikum, ið har eru, og at skapa virksemi á útoyggj. Tey ungu vóru á einum máli um, at tað liggja nógvir ótroyttir møguleikar á smáplássunum. Samstundis [...] Ung og nýskapan á Gjáargarði við Gjógv. 20 ungfólk úr Hattarvík, Kirkju, Hesti, Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Skúgvi tóku lut á skeiðnum. Og hugskotini til felags evnið: Hvussu menna vit okkara heimbygd [...] ið ikki er staðbundið, og tí eins væl kundi ligið á útoyggj. Úr Gøtu var Jón Tyril komin at greiða frá felagnum Grót og G-festivalinum. Hann legði dent á at lýsa, hvussu hugskot kunnu gerast til verulig
nýggja skúlanum á Fløtum, verða flutt í Eysturskúlan ístaðin, tí Skúlin á Fløtum er ov lítil. LES MEIRI HER: Børn í Vesturbýnum hanga enn í leysum lofti Súna Mørk segði í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi, at [...] at nýggi skúlin á Fløtum er ov lítil. Hon heldur nevniliga, at kann eisini vera, at økið, sum hoyrir til Skúlan á Fløtum er ov stórt, tí har eru rættiliga nógv børn nú. Sum tað skilst á henni kann ein møguleiki [...] ómetaliga væl, at foreldur eru ørkymlað og vit arbeiða við málinum. Tað sigur Súna Mørk, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá býráðnum. Sum vit skrivaðu í morgun, hava
børnum sínum bøkur og at bøkurnar, vit geva út, eru góðar bøkur, sigur Niels Jákup Thomsen. Bíligar Talið á bókum, Bókadeildin gevur út, liggur um 40 um árið, har 30 eru smábarnabøkur, barnabøkur og ungdómsbøkur [...] Søgugongdin fer fram í hundanstíðini og høvuðspersónar eru nøvn, vit vanliga brúka sum tiltak, eitt nú Kúllur, Gellan, Roksimalena. Øll bókin spælir upp á orð og er skrivað í talumáli. Margreta og mjólkin er [...] verða givin út. - Talið á upprunaføroyskum barnabókum liggur um fimm um árið. Flestu bøkurnar eru fantasybøkur. Nógvar spennandi bøkur eru komnar seinnu árini, men saknur er á barnabókum, sum lýsa Føroyar
øll hesi fimm, sum eftir eru, eru vinnarar. Øll eru fantastisk og serstøk talent. Øll duga bara so væl. Vit hava eina avtalu, Anna, tú ert ótrúlig. Jesper, tú ert ein stjørna. Vit hava eina avtalu her, at [...] Pernille segði m. a.: Vit hava verið á hesi ferð saman, eisini øll, sum eru farin, tit hava bæði lært so nógv, og at síggja tykkum, nú tit koma innaftur aðru ferð... Tit vita bæði, at vit elska tykkum, eg vildi [...] sum kundi henda. Eg skilji ikki, hvussu tað kann enda so - Tvær so stórrar stjørnur, upp á hvør sín máta, tit eru tvey av teimum bestu, sum hava verið her... Eg..... Huff. Eg kann ikki velja, og eg áni
málningar. Vesimálningarnir eru lítlir, 5x10 cm, og málaðir í naivistiskum stíli. - Flestu myndirnar er slíkt, eg havi fingið fortalt, og nú tá myndirnar liggja á Facebook, eru nógvir mailar komnir frá fólki [...] eg og ein vinkona tosaðu um, hvat vit høvdu við okkum inn á vesið. Hon spurdi, um eg hevði hoyrt um Lokum-bókina, og síðani tá havi eg lagt merki til, hvat fólk hava á vesinum, sigur Kristina Joensen. [...] við fleiri hugskotum, sum eg eri í ferð við at mála. Hetta er herligt, sigur Kristina. Málningarnir eru við í summarframsyningini í Ribarhús og kosta 800 krónur hvør
vóru eisini væl á veg til at klára uppgávuna, men í seinna hálvleiki mistu teir eina leiðslu á tvey mál, og so stóðu teir eftir við ongum. - Vit høvdu gott tamarhald á dystinum, til vit fingu útvísingina [...] dystin. - Teir gera nøkur sera góð mál, men vit eru sera skuffaðir eftir dystin. Nú hava vit nakrar dagar til at koma fyri okkum aftur. Eg ivist ikki í, at vit fara at fóta okkum til týðandi dystin ímóti [...] útvísingina. Tað gjørdist líkasum vendipunktið í dystinum, og eftir tað mistu vit takið, sigur Arnbjørn Danielsen um dystin í Vági í gjár. - Eg haldi, at útvísingin var eitt sindur hart dømt. Málmaðurin kemur út