B68 hevði møguleikan at leggja sjógv ímillum seg og botnin við at vinna ímóti VB/Sumba sunnudagin. Toftamenn vóru eisini væl á veg til at klára uppgávuna, men í seinna hálvleiki mistu teir eina leiðslu á tvey mál, og so stóðu teir eftir við ongum.
- Vit høvdu gott tamarhald á dystinum, til vit fingu útvísingina. Tað gjørdist líkasum vendipunktið í dystinum, og eftir tað mistu vit takið, sigur Arnbjørn Danielsen um dystin í Vági í gjár.
- Eg haldi, at útvísingin var eitt sindur hart dømt. Málmaðurin kemur út at takla, bólturin rakar hann helst í hondina, men alt gongur so skjótt fyri seg, at tað er ilt at meta um hendingina.
Arnbjørn Danielsen heldur, at tað var sera keðiligt fyri liðið at tapa hendan dystin.
- Teir gera nøkur sera góð mál, men vit eru sera skuffaðir eftir dystin. Nú hava vit nakrar dagar til at koma fyri okkum aftur. Eg ivist ikki í, at vit fara at fóta okkum til týðandi dystin ímóti ÍF mikukvøldið, sigur Arnbjørn Danielsen.