Hvat sigur tú um G! í regni, vindi og síðani betri veðri?
G! Er festivalurIN í Føroyum!! Í regni, vindi og í sól. Soleiðis er tað, heilt einfalt.
Hevur tú glett teg at sleppa at spæla á G!festivalinum?
Ja, eg havi glett meg sera nógv. Eg havi veruliga glett meg at sleppa á pall á G!festivalinum.
Tað, at tit eru fluttir frá hóskvøldinum og til fríggjadag, ger tað onki?
Tað ger púra onki. Eg gleði meg bara at sleppa at spæla á G! Mær dámar sera væl G! Konseptið. Og so haldi eg eisini at tað er eitt herðaklapp at sleppa á pall á G!