Eg skilji væl at foreldur eru ørkymlað

Endamálið er at geva teimum boð í næstum, sigur forkvinnan í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Býráð

– Eg skilji ómetaliga væl, at foreldur eru ørkymlað og vit arbeiða við málinum. Tað sigur Súna Mørk, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá býráðnum.

Sum vit skrivaðu í morgun, hava 400 foreldur mótmælt, at børn, sum av røttum eiga at fara í fyrsta flokk í nýggja skúlanum á Fløtum, verða flutt í Eysturskúlan ístaðin, tí Skúlin á Fløtum er ov lítil.

LES MEIRI HER: Børn í Vesturbýnum hanga enn í leysum lofti

Súna Mørk segði í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi, at hetta er eitt mál, tey arbeiða við í býráðnum og endamáli hjá teimum er at hava eina loysn, áðrenn tvær vikur eru farnar. Hvør loysnin verður, dugir hon ikki at siga, men hon sigur, at ætlanin er at finna eina varandi loysn, tí hetta er ein trupulleiki, sum tað er væl hugsandi, eisini fer at taka seg upp í framtíðini.

Hon heldur seg ikki kunna siga um foreldrini hava rætt í, at nýggi skúlin á Fløtum er ov lítil. Hon heldur nevniliga, at kann eisini vera, at økið, sum hoyrir til Skúlan á Fløtum er ov stórt, tí har eru rættiliga nógv børn nú.

Sum tað skilst á henni kann ein møguleiki tískil eisini vera at broyra skúlaøkini, so at markini fyri, hvønn skúla børn í einum øki, hoyra til, verður broytt. Súna Mørk heldur nevniliga, at tað er ikki trot á skúlabygningum í Havn.