So reyk Anna úr X-Factor... Remee kom í ta truplu støðu, at hann skuldi verla millum tvey av sínum egnu, Annu og Jesper. Soulsoock segði m. a., at øll hesi fimm, sum eftir eru, eru vinnarar. Øll eru fantastisk og serstøk talent. Øll duga bara so væl. Vit hava eina avtalu, Anna, tú ert ótrúlig. Jesper, tú ert ein stjørna. Vit hava eina avtalu her, at dómarin, sum eigur tveir luttakarar í vandabólkinum, sjálvur skal gera av, so eg velji Annu.
Pernille segði m. a.: Vit hava verið á hesi ferð saman, eisini øll, sum eru farin, tit hava bæði lært so nógv, og at síggja tykkum, nú tit koma innaftur aðru ferð... Tit vita bæði, at vit elska tykkum, eg vildi ikki ynskt fyri mín versta fígginda at verið í tí støðu, sum Remee er í.
Remee: Hetta er tað ringasta, sum kundi henda. Eg skilji ikki, hvussu tað kann enda so
- Tvær so stórrar stjørnur, upp á hvør sín máta, tit eru tvey av teimum bestu, sum hava verið her... Eg..... Huff. Eg kann ikki velja, og eg áni ikki, hvussu eg skal greiða frá hesum, eg elski tykkum bæði, eg..... Eg verði noyddur, Anna, tú ert tann størsta sangarindan í X-Factor, okkurt er galið hjá tær í dag, Jesper, eg vil granska mín sál í fleiri ár, fyri at vita hvat var galið í dag, hetta er ordiliga ringt, eg veriði noyddur at hyggja eftir, hvar størsta útviklingspotentiali er...
- Hvønn sendir tú so heim, Remee, verður hann spurdur
- Alt landið gongur amok, eg verið noyddur at velja tann, sum hevur størsta kjansin at gera pláturna, sum sleppur út um landamørkini, so eg.... Eg verið noyddur at senda teg heim, góða Anna....., segði Remee, og so sendi hann við tárum í eygunum Annu Nygaard endaliga heim úr X-Factor.
Spell, halda vit...










