heimadystir í hondbólti í Føroyum. Eg fegnist um tað góða samstarv, sum hevur verið millum allar partar í hesi verkætlanini, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan bar uppskot niðan í Løgtingið í fjør, ið [...] Tað letur til, at høllin er innilokað ólavsøku, og at hon er klár at taka í nýtslu síðst í januar 2025, vilja fyriskipararnir vera við. – Eg eri ómetaliga glað fyri, at Føroyar nú skjótt fáa ein tjóðleikvøll
teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett. Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2024. Eyðfinn Magnussen heitir á teir, sum hava skotið harur í 2024 , um at skráseta túrarnar ##med2## Tølini [...] tel 26 58 31. Um tú yvast í hvussu hagin eitur, ber til at fara inn á hesa síðuna: https://kort.foroyakort.fo/hagakort/ Á hesum leinkinum er eitt kort yvir allar hagarnar í Føroyum, og hvussu hagarnir eita [...] vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil
fyribyrgjandi. Í 2023 var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk virðislønina fyri at hava víst serligt samfelagssinn, menniskjaligheit og rúmd, tá tað kemur til arbeiðið við heimleysum í Føroyum. Veitst tú um [...] okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi hósdagin 3. oktobur [...] ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt
kendur úr politiska lívinum í Føroyum, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður, er abbasonur Victor Danielsen. Á Bókasavninum er eisini framsýning, sum í orðum og myndum lýsir lív og [...] Á mentanardøgunum í Fuglafirði hesa vikuna er serliga nógv á skránni nú um vikuskiftið, 6. - 8. september. Her eru alskyns tiltøk, sum lesast kann um í fjølbroyttu skránni, sum sæst á Facebook-vanganum [...] m Mentanardagar í Fuglafirði og um heimasíðuna hjá kommununi - www.fuglafjordur.fo . Í sambandi við, at 75 ár eru liðin, síðani Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum, hin 19. mars 1949, verður áhugaverdur
Í 2023 vóru fyrstu upphæddirnar settar av til at prosjektera Tjørnuvíkartunnilin, og í ár er játtan sett av til at gera prosjekteringina lidna. Á fíggjarlógini næsta ár er eisini játtan til Tjørnuvíkartunnilin [...] komið er nakað út á árið. Íløgur í vegir, tunlar, havnir og undirsjóvartunlar eru týðandi grundarlag undir at menna føroyska samfelagið. Gott infrakervi er ein týðandi liður í trivnaðinum hjá fólki kring landið [...] eisini ein liður í hesum politikki. “Samgongan hevur raðfest Tjørnuvíkartunnilin og við tí tryggjað, at farleiðin til og úr Tjørnuvík gerst betri, so sambandið við restina av Føroyum kann koma upp á sama
dystin í hesari EM-undankappingini á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Portugal er fremst í bólkinum við 21 stigum. Grikkaland hevur 17 stig og Kroatia hevur 16 stig. Portugal kann við sigri á Føroyum staðfesta [...] staðfesta bólkasigurin í undanbólki G. Føroyar eru nummar fýra í bólkinum við sjey stigum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður 35 ára gamli, Jovan Kačevski úr Norðurmakedonia sum verður høvuðsdómari [...] Jovan Kačevski byrjaði ikki at døma altjóða dystir fyrrenn í fjør. Jovan Kačevski hevur ikki dømt nakran A-landsdyst, men hann hevur undan dystinum í Klaksvík dømt seks ungdómslandsdystir. Sum so ofta fyrr
Vikuskiftið 15.–17. august 2025 verður Ljósfestin aftur hildin í Vági. Hetta er fimta árið í nýggjari tíð, at Ljósfestin verður fyriskipað, og áhugin er vaksandi ár fyri ár. Ljósfestin hevur røtur aftur [...] heitastu nøvnunum innan føroyskan tónleik er tónleikarin Janus Wiberg, sum er sera væl dámdur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann verður á pallinum leygarkvøldið 16. august 2025. Janus Wiberg er millum annað [...] Hann hevur eisini verið við í danska Melodi Grand Prixnum við lagnum "I Need Your Love", har hann gjørdist nummar trý. Eisini hevur hann útgivið hittið "Når Lyset Rammer Dig" í 2020, sum hann gjørdi saman
síðani hann í vetur flutti til Skála. Í fjør var hann fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tá umboðaði hann FC Hoyvík, sum hann í næstbestu deildini skoraði eitt mál fyri. Patrick Mensah legði í kvøld heimaliðið [...] Í kvøld var tað ganesiski Patrick Mensah, sum var tvífaldur málskjútti, tá ið Skála undir Mýruhjalla vann 2-0 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hetta vóru fyrstu málini, sum Patrick Mensah hevur skorað, síðani [...] heimasigurin, tá ið hann av miðjuni sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin upp í málhornið. Eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum er Skála topplið við 25 stigum. Málmunurin
eisini útbúgvin sum lærari í Danmark, umleið fimm á hvørjum ári. – Í Føroyum eru vit í tí góðu støðu, at vit útbúgva nóg nógvar lærarar til fólkaskúlan. Saman við Finnlandi eru Føroyar einasta Norðurlandið [...] deildini í 2012, hava 438 lokið prógv sum fólkaskúlalærari, 133 menn og 305 kvinnur. Tað svarar til 30 prosent menn og 70 prosent kvinnur, og býtið av monnum og kvinnum samsvarar við býtið í fólkaskúlanum [...] fólkaskúlanum, har ein uppteljing í 2023 vísti, at av lærarunum í fólkaskúlanum vóru 28 prosent menn og 72 prosent kvinnur. Aftrat teimum, sum verða útbúgvin sum lærari á Námsvísindadeildini, verða nøkur eisini
til nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava gjørt við Dalavegin í Havn. Tað skrivar Elsa Berg, borgarjstjóri í Havn. Bústaðarfelagið er ein liður í ætlanini hjá hesi býráðssamgonguni um, at Tórshavnar kommuna [...] bíligari íbúðum. – Hetta verður fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag, sum verður stovnað í Føroyum, men hetta er væl kent í øðrum londum. Kommunan hevur eisini gjørt líknandi royndir, til dømis við Finsen, sum [...] minst inni í býnum, og tað ger tað átrokandi at fáa fleiri bústaðir. Við hesum bústaðarfelagnum fær kommunan ræði og ávirkan á eina verkætlan við 44 íbúðum. Tórshavnar kommuna setir 20 mió. krónur í nýggja