Norðurmakedonskur dómari dømir Føroyar-Portugal (U21)

Talan er um ein dómara við avmarkaðum altjóða royndum

Fríggjadagin klokkan 16 spælir føroyska U21-landsliðið næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

Portugal er fremst í bólkinum við 21 stigum. Grikkaland hevur 17 stig og Kroatia hevur 16 stig. Portugal kann við sigri á Føroyum staðfesta bólkasigurin í undanbólki G.

 

Føroyar eru nummar fýra í bólkinum við sjey stigum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tað verður 35 ára gamli, Jovan Kačevski úr Norðurmakedonia sum verður høvuðsdómari til dystin.

 

Jovan Kačevski byrjaði ikki at døma altjóða dystir fyrrenn í fjør. Jovan Kačevski hevur ikki dømt nakran A-landsdyst, men hann hevur undan dystinum í Klaksvík dømt seks ungdómslandsdystir.

 

Sum so ofta fyrr, so eru tað teir við fáum altjóða royndum, ið vera sendir til Føroyar at døma dystir.

 

16:00 GMT - Klaksvík (við Djúpumýru)

FØROYAR - PORTUGAL

 

Dómari: Jovan Kačevski MKD

Hjálpardómari 1: Slaǵan Markoski MKD

Hjálpardómari 2: Branko Putilin MKD

Fjórði dómari: Ivana Projkovska MKD

UEFA Dómaraeygleiðari: John Ferry NIR

UEFA Umboð: Haraldur Haraldsson ISL