Í 2023 vóru fyrstu upphæddirnar settar av til at prosjektera Tjørnuvíkartunnilin, og í ár er játtan sett av til at gera prosjekteringina lidna. Á fíggjarlógini næsta ár er eisini játtan til Tjørnuvíkartunnilin, og verður tað eftir ætlan farið undir at bora tunnilin, tá komið er nakað út á árið.
Íløgur í vegir, tunlar, havnir og undirsjóvartunlar eru týðandi grundarlag undir at menna føroyska samfelagið. Gott infrakervi er ein týðandi liður í trivnaðinum hjá fólki kring landið. Nýggja farleiðin til Tjørnuvíkar er eisini ein liður í hesum politikki. “Samgongan hevur raðfest Tjørnuvíkartunnilin og við tí tryggjað, at farleiðin til og úr Tjørnuvík gerst betri, so sambandið við restina av Føroyum kann koma upp á sama støði sum í øðrum pørtum av landinum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
##med2##
Landsverk hevur um hendi allar fyrireikingar í samband við Tjørnuvíkartunnilin, og eftir ætlan verður tað tunnilstoymið hjá Landsverki, sum fer at bora Tjørnuvíkartunnilin. Harumframt vera fleiri veitarar knýttir at verkætlanini.