Tað letur til, at høllin er innilokað ólavsøku, og at hon er klár at taka í nýtslu síðst í januar 2025, vilja fyriskipararnir vera við.
– Eg eri ómetaliga glað fyri, at Føroyar nú skjótt fáa ein tjóðleikvøll til innandura ítrótt, ið kann vera ein nýmótans karmur um alskyns ítróttar- og mentanarlív, og sum lýkur øll altjóða krøv innan ymsu innandura ítróttargreinirnar. Ein tílík høll er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu hava sínar heimadystir í hondbólti í Føroyum. Eg fegnist um tað góða samstarv, sum hevur verið millum allar partar í hesi verkætlanini, sigur Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan bar uppskot niðan í Løgtingið í fjør, ið heimilaði landinum at stuðla verkætlanini við tilsamans 30 mió. kr., yvir fýra ár. Uppskotið bleiv einmælt samtykt.
– Hetta var eitt av einfaldaru málunum at fáa ígjøgnum ta politisku skipanina. Tað hevur allatíð verið undirtøka millum allar flokkar á Løgtingi fyri at stuðla verkætlanini, og tað fegnist eg um, sigur landsstýriskvinnan at enda.