Fara aftur at lata Ársins Sálarheilsuvirðisløn

Til ber at senda inn uppskot

Í fjør var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk ársins sálarheilsuvirðisløn

Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.

 

Í 2023 var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk virðislønina fyri at hava víst serligt samfelagssinn, menniskjaligheit og rúmd, tá tað kemur til arbeiðið við heimleysum í Føroyum.

 

Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi hósdagin 3. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.

 

Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.

 

Í fjør var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk ársins sálarheilsuvirðisløn