Men enn mangla fleiri tøl. Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2024.
Eyðfinn Magnussen heitir á teir, sum hava skotið harur í 2024 , um at skráseta túrarnar
##med2##
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
Um tú yvast í hvussu hagin eitur, ber til at fara inn á hesa síðuna:
https://kort.foroyakort.fo/hagakort/
Á hesum leinkinum er eitt kort yvir allar hagarnar í Føroyum, og hvussu hagarnir eita.