men tað sær gott, tað staðfesti Dion Splidt hjá AB, aftaná 2-1 heimasigurin úr FM-favorittunum hjá HB. Sjálvur skoraði Dion uppá brotsspark til 2-0. Spurdur, um AB er tryggjað nú teir eru 9 stig frammanfyri [...] Splidt, Teit M. Gestson og Sámal Erik Hentze. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásagnin hjá Tróndi á Rás2 av teimum trimum málunum. Símun Joensen varð viðmerkjari til dystin í kvøld.
sum var eitt suverent steypakappingarlið fram til 2004 er við at finna steypatónan aftur. Aftaná ein 2-0 sigur á Argjum er HB nú komið í hálvfinalurnar. Annar av málskjúttunum hjá HB, Andrew av Fløtum fegnast [...] at so leingi støðan bert var 1-0 lúrdi vandin fyri, at AB kundi javnað, men tá hann hevði skorað til 2-0 sjálvur var hann sigursvísur. Kári Nielsen hjá AB sigur, at teir ætlaðu at "parkera bussin", sum sagt [...] TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Andrew av Fløtum og Kári Nielsen søgdu við Rás2 fyrr í kvøld. (Mynd: hb.fo)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jan Hentze aftaná minniliga 3-2 sigurin hjá Mjølnir ímóti Fleyr í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir vann tvey [...] hann spæla skeivu megin á vøllinum, staðfestir Rói Hentze um bróður sín. Rói Hentze er vónbrotin um 3-2 tapið ímóti Mjølni, men er fegin um, at hann og liðfelagarnir stríddu seg uppaftur aftaná tey bæði fyrstu
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Benjamin Heinesen hjá B36, aftaná Benjamin og liðfelagarnir høvdu tapt 3-5 ímóti Víkingi í einum framúr un [...] hugburðin, at B36 megnaði at stríða seg inn aftur í dystin tvær ferðir, hóast teir vóru aftanfyri 0-2 og 2-4, og hann er hugtikin av blaðungu liðfeløgunum, sum hann heldur gjørdu tað framúr væl aftur í dag
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Atla Gregersen, liðskipara hjá landsliðnum aftaná landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevði kunngjørt landsliðshópin til [...] 10. oktober. Tróndur Arge og Atli Gregersen umrøddu: 1) Núverandi hópin sum Lars Olsen hevur úttikið 2) Vónirnar til dystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn 3) Óvæntaðu úrslitini í effodeildini ígjár, har m [...] at fólk møta upp og stuðla væl, sum tey gjørdu ímóti Andorra 3. september. Atli Gregersen heldur, at 2-0 sigurin í Riga ímóti Lettlandi er tann besti dysturin, sum Føroyar hava spælt í hesari undankappingini
NSÍ vann í dag tepurt, 2-1, á heimavølli ímóti TB. Tað var annars TB, sum legði seg á odda eftir ein hálvan tíma, tá ið Salmundur Bech skallaði bóltin í málið. Beint undan hálvleikssteðginum javnaði Árni [...] runavíkingarnar ájavnir við Víkingi í stigum. Tó hevur Víkingur betri málmun, ið ger, at Víkingur er nummar 2. Síðani hava bæði hesi feløgini fýra stig upp til KÍ, ið stevnir ímóti føroyameistaraheitinum. Júst [...] pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum danski venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, hevði at siga við Rás2 eftir sigurin ímóti TB.
Undan dystinum skiltu seks stig liðini bæði, og soleiðis er enn eftir loknan dyst. Dysturin endaði 2-2, og harvið er B36 nummar fýra við 42 stigum og HB nummar fimm við 36 stigum. Málið hjá HB fyri hetta [...] omanfyri fyri at hoyra tað, sum venjarin hjá HB, Jan Dam, hevði at siga í samrøðu í fótbóltssendingini á Rás2 í dag. Jan Dam sigur millum annað, at hann ikki helt B36-liðið vera ræðandi í dag, og eisini sigur
tað verður heldur javnari millum B68 og NSÍ á Toftum. Danske Spil hevur odds 2,55 uppá B68, odds 3,10 uppá javnleik, og odds 2,30 uppá NSÍ, sum sostatt er ein lítil favorittur. Um veddað verður uppá javnleik [...] so verður samlaði oddsið 12,71. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá báðum dystunum á Rás2 hóskvøldið.
frá dystinum millum AB og 07Vestur á Rás2. Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge við venjaran hjá 07 Vestur, Piotr Krakowski og málverjan hjá AB, Thomas Juul Thomsen. Rás2 fekk eisini orðið á Bjørg Olsen frá [...] báðum liðunum á eystara armi á Skálafjørðinum. Úrslitini í dag AB-07 Vestur 0-2 Skála-HB 1-0 B71-KÍ 0-3 EB/Streymur-B68 4-2 NSÍ-Víkingur 0-5 Støðan í toppinum 07 Vestur 53 Skála 48 AB 46 HB 37 Víkingur [...] oddaliðið 07 Vestur vitjaði. Gestirnir vóru alla tíðina omaná, og tað eydnaðist 07 Vestur at vinna 2-0 á AB. Skála hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum seinastu vikurnar hava staðið seg ógvuliga
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Hall Danielsen í sendingini SportBoxini á Rás2 seinnapartin. Í samrøðuni greiddi Hallur Danielsen eisini frá hvat tað t.d. er, ið fattast hjá stórhøllini