TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr triðja part av ensktmæltu sendingini hjá Rás2 "Home And Away". Stella Zachariassen er vertur. Dagsins gestur var Anette Nielsen.
Anette Nielsen í Vestmanna er upprunaliga úr Stuttgart í Týsklandi. Anette Nielsen hevur búð í Føroyum síðani 1981. Í Føroyum kenna mong Anette Nielsen frá undirvísingini hon hevur í violinspæli.
Í sendingini greiðir Anette Nielsen frá hvussu ein súkkluumvæling førdi til, at hon endaði í Føroyum.
Tað sum var mest merkisvert fyri hana tá hon flutti til Føroya var, at fólk spurdu altíð hvussu hon treivst í Føroyum, men spurdu ongantíð um hennara mentan og hennara heimland.
Hon heldur tó, at Føroyar eru broyttar sera nógv síðani hon flutti higar, serliga 20 tey seinastu árini.