Liktinstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14, tá liðini møttust í Schaan í Liktinstein í U19 EM-kvinnukappingini í flogbólti fyri smátjóðir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná trygga 3-0 sigurin á Liktinstein.
Sára Maria Johansen, Eva Gunn Niclasen, Jákup William Sivertsen, hjálparvenjari og Andreas R. Zachhau, hagtalsmaður settu orð á tað sum hendi tíðliga i dag.
Júst nú spæla Føroyar ímóti Wales. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.