- Ja, eg fór væl ikki undir eina tingsetu so dapurhugaður, at eg ikki trúði upp á tað. Tað ger man. Verður tað stríggið? Tað verður tað allarhelst í ávísum førum, men eg havi eina trúgv upp á, at hetta kemur at náa.
Tað svaraði Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, tá Árni Gregersen í tíðindunum á Rás2 spurdi, um hann metti, at tey trý stóru málini, fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og stjórnarskipanin, ið løgmaður nevndi í ólavsøkurøðuni, fara at verða samtykt í hesi tingsetuni.
Tingmaðurin upplýsir eisini, at fiskivinnunýskipanin væntandi verður borin í tingið seinni í vikuni, og verður m.a. tosað um nýskipanina og avrikslistan hjá samgonguni.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.