Video: Algeriskur stuðul til landsliðið

Tað vóru ikki bara føroyskir áskoðarar, sum fegnaðust um sigurin í gjár

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti vann í gjár annan dystin upp í slag í HM endaspælinum í Algeria. Áleið tjúgu føroysk viðhaldsfólk eru við, men talið av fólki, sum heppar á Føroyar, vaks í gjár.

 

Síggj brotið við at trýsta á pílin á myndini

 

Sum sæst á upptøkuni, so hevur Føroyar vunnið fleiri lokal hjørtu við góðu avrikunum á bæði vøllinum og áskoðaraplássunum. Føroysku áskoðararnir royndu eisini at læra algerisku viðhaldfólkini at rópa orð sum “Føroyar” og “verjan”. Tað hoyrdist aftur í høllini til dystin.

 

Føroyar vunnu dystin móti Suðurkorea 28-17 og hava fult stigatal eftir tveir dystir. Í kvøld klokkan 18 spælaFøroyar móti Noreg, sum somuleiðis hevur fult sitgatal eftir sigrar á Suðurkorea og Ungarn. Rás2 sigur frá dystinum.