Rói: Hilmar Leon var besti maður á vøllinum

(Rás2) Rói Berg Hansen framhevjar Hilmar Leon Jakobsen sum orsøk til, at Føroyar sluppu undan skrædlið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Róa Berg Hansen aftaná 23-29 tapið hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Noregi í bólki A í HM-endaspælinum, sum er í Algeria.

 

Rói Berg Hansen, sum skoraði fýra mál vildi framhevja Hilmar Leon Jakobsen, sum Rói metti verða tann besta mannin á vøllinum. Hilmar Leon Jakobsen gjørdi við sínum sjey málum sítt til, at tað ikki gjørdist talan um nakað skrædl.

 

Rói Berg Hansen ásannar, at Noreg var eitt krútsterkt lið, og føroysku spælararnir máttu brúka nógvar kreftir í bæði verjupartinum, og í álopspartinum. Rói Berg Hansen er hóast tapið glaður fyri, at liðið reisti seg í seinna hálvleiki, so talan ikki gjørdist um eitt skrædl.